Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Nes kommuna: Súni í Hjøllum hevur sitið í bygdarráðnum í Nes kommunu út í eitt síðani 1. januar 1985 og er hetta 8. setan, at Súni situr í bygdarráðnum.

Súni í Hjøllum hevur havt fleiri álitispostar. Sum bygdarráðslimur, hevur hann m.a. verið varaborgarstjóri og formaður í teknisku nevnd. Í løtuni er Súni varaborgarstjóri og umboðar eisini Nes kommunu í Kongshavnar Havn, har hann er formaður umframt, at hann eisini situr í skúlastýrinum fyri Tofta skúla.

Súni í Hjøllum arbeiðir til dagligt í Klaksvík sum fólksskúlalærari.

Á starvsfólkaveitslu fríggjakvøldið, handaði borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, Súna í Hjøllum eina gávu fyri trúgva tænastu. Gávan var ein klokka úr gróti, við búmerkinum hjá Nes kommunu inngraveraðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo