Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Samkoman í Betesda boðar frá, at komandi sunnudag, 23. januar 2022, verður byrjað aftur við vanliga virkseminum sunnudag, sum er breyðbróting, sunnudagsskúli og evangeliskt møti.

Seinastu vikurnar er virksemið í samfelagnum sum heild latið alsamt meir upp, og myndugleikarnir hava stigvíst linkað tilráðingarnar.

Tað er í tráð við hesa gongd, at leiðslan fyri Betesda nú hevur tikið avgerð um, at frá og við komandi sunnudegi verður byrjað aftur við møtunum og sunnudagsskúlanum.

Sostatt verða vikuligu møtini í Betesda nú hesi:

Sunnudag:        Kl. 11:00 Breyðbróting

Sunnudag:        Kl. 12:30 Sunnudagsskúli

Sunnukvøld:     Kl. 18:00 Evangeliskt møti

Mánakvøld:      Kl. 20:00 Bønarmøti

Mikukvøld:       Kl. 20:00 Uppbyggingarmøti

Hóskvøld:         Kl. 20:00 Ungdómsmøti

Leygarkvøld:    Kl. 21:00 Opið hús

Tiltøkini verða framhaldandi hildin í tráð við almennu tilráðingarnar. Mint verður á at halda frástøðu og handreinføri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo