Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnudagin 3. juli er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.

Síðani Minningardagin í fjør eru trý deyð í ferðsluni sambært skrásetingunum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Ein í 2015 og tvey í 2016.

Tað er vanlukkuligt at missa fólk í ferðsluni fyri eitt samfelag, og í einum lítlum samfelagi sum Føroyum, verða øll ávirkað.

Tíðliga sunnumorgunin fara sjálvboðin, teirra millum limir í felagnum Føroya Ellisakfør, runt at leggja blómutyssi út, har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, hendu. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.

Endamálið við tiltakinum er í fyrra lagi at fyribyrgja ferðsluvanlukkum og í øðrum lagi at fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um tey, vit hava mist og tey, sum sita eftir.

Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum.

Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum.  Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo