Ungar konur eru fyri gamlar menn sum harðar nøtur fyri brendar tenn
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Í bretska filminum ”Supernova”, sum er upptikin í the Lake District, síggja vit Colin Firth og Stanley Tucci, sum eru Sam og Tusker, ið hava livað saman í tjúgu ár. Meira forelskaðir enn nakrantíð eru teir farnir á ferð við húsvogninum at vitja vinir og næstrafólk.

Nógv er broytt síðan Tusker fyri tveimum árum síðan fekk staðfest byrjandi demens, og teir vita, at tíðin, teir hava saman, er avmáld.

Sum teir ferðast í húsvogninum, gerst greitt, at teir eru ikki á einum máli um eina trygga framtíð, og báðir noyðast at taka støðu til, hvat tað í veruleikan merkir at elska makan treytaleyst.

Bretska tíðarritið, New Musical Express, sum síðan 1952 hevur definerað tónleik og film, sigur í ummæli, at filmurin er “Alive with the things that make life worth living”.

”Supernova” er ein ektaður kærleiksfilmur við hjartanemandi løtum og stillførum skemti. Colin Firth og Stanley Tucci eru framúr í leiklutunum sum tvey menniskju, hvørs kærleiki skal standa sína roynd, nú tilverulig ivamál stinga seg upp, meðan vakra náttúran strýkur framvið.

Filmurin verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 18. august. Atgongumerkjasølan er byrjað.

Slóð til ummæli: https://www.nme.com/reviews/film-reviews/supernova-review-colin-firth-stanley-tucci-2778475

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo