Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Lena Anderssen á Facebook: Eg havi fingið corona. Eg lat meg kanna í gjárkvøldið og havi fingið svar seint í kvøld.

Júst hvar eg eri blivin smittað, veit eg ikki, men eg havi framført á Reinsarínum í Havn hóskvøldið og í Finastøðini í Klaksvík fríggjakvøldið.

Landslæknin heldur, at eg mest sannlíkt er vorðin smittað fríggjakvøldið, so um onkur tykkara hevur verið í sambandi við meg, so er skilabest at kanna seg – ja, eisini um tit ikki hava verið beinleiðis í sambandi við meg, men á staðnum.

Haldi, vit skulu heldur vera fyrivarin enn eftirsnarin, ikki bara fyri at verja okkum, men eisini okkara næstu.

Hóast smittað, so havi eg tað gott.

Eg eri vaksinerað, og hetta kennist júst nú sum ein influensa, ið vónandi fer at hasa av skjótt.

Men næstu tíggju dagarnir vera so í karantenu. Ynski tykkum alt tað besta, skrivar Lena Anderssen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo