Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg skilji væl, at dómurin í Føroya rætti trykkir teg, men eg eigi ongan lut í greinini í Norðlýsinum, hóast eg eri samdur í hvørjum orði, ið er skrivað.

Løgið at tú nú váttar, at engagementet Sydporten varð niðurskrivað og vurderað í desember 2010, tað vil siga í nýggja bankanum, og má tapið so sjálvandi eisini liggja í nýggja bankanum, og ikki í gamla bankanum, sum tú annars hevur pástaðið. Hetta havi eg fleiri ferðir víst á.

At tosa um, at virðið í konserninternum transaktiónum ímillum systurfeløg yvir landamørk er uttan týdning, er ikki í tráð við føroysku skattareglurnar - sí § 37a í skattalógini - og eisini her roynir tú at reinga veruleikan.

Tað tú skrivar, er ikki altíð líka eftirfarandi og til at líta á, og tú fert lætt um sannleikan. Sum dømi kann nevnast, at tú í maili frá 20. januar 2016, kl. 22:14 skrivar – um vanligt nevndartilfar hjá bankanum, sum tú hevur útskrivað, og sum skal latast aftur við uppathald sum nevndarlimur - ”fra tid til anden forekommet, at jeg har udskrevet et dokument fra DD for at studere det nærmere. Efter endt brug har jeg efter min bedste hukommelse makuleret det pågældende dokument”, men tað er bara ikki so, tí fleiri nevndarfrágreiðingar hevur tú eftir 20. januar 2016 sent ymsastaðni m.a. til politiið, eins og tú vart væl vitandi um, at tú ein mánað frammanundan, og aftaná at tað var greitt, at tú skuldi úr nevndini, samanhangandi downloadaði tann 2. desember 2015 ikki minni enn 80 dokumentir, ja enntá jólaaftan kl. 23:30 - undir jólafriðinum - var tú eisini í gongd at downloada skjøl.

Gamli maður fá tær eitt lív.

Jógvan Páll Lassen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo