Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Skriv 24/09-2020 í VP.Fo av Bjarna Hammer vegna javnaðarflokkin.

Felagið børn og samvera hevur verið frammi í miðlunum, viðvíkjandi hesum lógaruppskotið, og mæla vit harðliga frá, at hetta uppskot verður samtykt.

Hetta lógaruppskot stuðlar als ikki undir, at børn hava rætt til eitt gott og trygt lív, har tey mennast og trívast, og vaksa upp, og gerast sunn og frísk vaksin menniskju.

At geva foreldrunum “rætt” til barnið, er sum at tosa um eina vøru.

At geva barninum rætt til foreldrini! Ja, hvat skulu tey brúka tað til?? Um foreldrini ikki gera, sum barnið ynskir, kann so barnið frásiga sær henda rætt? Ljóðar gott “at hava rætt til”, men kann ikki nýtast til nakað.

Barnið kemur í verðina, sum ein gáva til foreldrini, familjuna og alt samfelagið, t.v.s. at samfelagið hevur eina skyldu at tryggja, at barnið fær bestu umstøður at mennast og trívast í. Eisini kann vísast til Barnarættinda sáttmálan hjá ST og Menniskjarættindi EMRK í EU.

Hvør sum fær tann heiður, at verða høvuðsumsorganarpersónur/persónar hjá hesum barnið, er í løtuni fyrst mamman og pápin. Men um tey ikki kunnu samstarva um hesa heiðurs uppgávu, má samfelagið traðka í karakter, og taka avgerð vegna barnið.

Vit hava fyrr skrivað, at okkara meining er, at um foreldrini ikki kunnu samstarva, so nyttar eingin lóg.

Tá foreldrini ikki kunnu samstarva, mæla vit til, at ein foreldraførleikametan verður gjørd, av báðum foreldrunum, og tann best egnaði fær foreldramynduleikan, ella kanska hvørgin, um bæði eru óegnaði. Soleiðis at samfelagið sikrar sær, at best egnaði/skikkaði persónur fær foreldramynduleikan.

Henda foreldraførleikametan má gerast av  einum fakpersónum við útbúgving innan sálarfrøði, við serligari vitan um harðskap, misbrúk, sálarsjúkur, persónligheitssórógv.

At gera eina lóg, har foreldrini verða tvungin at hava felagsforeldramynduleika, vil bert gera lívið hjá barninum verri. Henda lóg kann føra til, at vit hava ein flokk av børnum, sum gerast sjúk, og tískil fáa eitt verri lív, trívast og mennast verri, og framtíðarútlitið gerst dapur.

Tórshavn, hin 28/09-2020
Landsfelag børn og samvera
Róhild Winther, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo