Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er altumráðandi at føroyska svartkjaftakvotan verður gagnnýtt best møguligt, soleiðis at henda verður føroyska samfelagsbúskapinum til frama. Tað má tí ikki umaftur í 2020 henda, at svartkjafturin aftur liggur ófiskaður.

 

Tað fossar úr almennu kassunum

Vit kunnu ikki øll bara hugsa um hjálparpakkar. Tað er sera umráðandi, at tey hjólini, sum enn koyra, umframt tey sum kunnu fáast at koyra, vera hildin koyrandi. Annars verður kostnaðurin fyri Landskassan øgiligur.

 

Eg hoyrdi t.d. nú ein dagin Landsstýrismannin í Vinnumálum viðmerkja í einum miðlainnslagi, at hann í verandi støðu ikki var heilt greiður yvir, hvør kassi verður tómur fyrst; ALS-kassin ella Landskassin.

 

Føroyski útflutningurin fyllir í almennu kassarnar

Føroyski útflutningurin er kjarnan og grundasteinurin í føroyska búskapinum. Útflutningurin er tí eisini ein trygd fyri, at Landskassin og ALS-kassin kunnu fyllast aftur.

 

Tað er í øllum førum heilt greitt, at tað, so ella so, eisini má fyllast í hesar kassar. Tað er tí sera umráðandi, at politiska skipanin eisini hugsar um føroyska útflutningin, og tá meini eg við, at hesir eiga at hugsa meira enn higartil um útflutningin.

 

40.000 tons av svartkjafti í leysum lofti

Seinastu árini hevur nógvur svartkjaftur verið tøkur hjá føroyingum at veiða. Tó so, at nógvur av hesum hevur í fleiri ár, als ikki verið gagnnýttur ordiligt.

 

Millum annað eru 40.000 tons av svartkjafti í 2020 avsett til vinnuligar royndir og verkætlanir. Tíðin har svartkjaftur skal veiðast og gagnnýtast er NÚ í vár og ikki seinni í ár.

 

Munurin á, at fiska svartkjaftin nú um várið, og ikki seinni út á árið, er so stórur, at tað skríggjar til himmals, tí samlaða nettoúrtøkan fyri hvørt kilo av veiddum svartkjafti, er so ómetaliga nógv hægri nú í vár, í mun til um svartkjafturin t.d. verður veiddur seinni.

 

Í stuttum merkir hetta, at tað er ómetaliga nógv at vinna fyri føroyska samfelagsbúskapin, um svartkjafturin verður veiddur nú í apríl mánað.

 

Samanhald

Nú COVID-19 farsóttin herjar um allan heimin, og ávirkar heimsins tjóðir bæði sosialt og búskaparliga, er ómetaliga umráðandi at føroyska tjóðin stendur saman, og kemur fyrimyndarliga burturúr hesum; bæði so og so.

 

Fyri mær tykist, at okkara politikkarar hava staðið saman og roynt sítt besta fyri at skapa borgarum og vinnulívi so góðar karmar sum til ber.

 

Higartil hevur tað eydnast teimum væl. Í øllum førum so mikið væl, at støða Føroya verður umrødd uttanlands við fyrimyndarligum orðingum.

 

Vónandi kann henda vælvild frá politisku skipanini t.d. eisini vera viðvirkandi til, at eitt nú ferðavinnan kann reisa seg sterkt aftur, og í framtíðini gerast ein av hornasteinunum í føroyska samfelagsbúskapinum.

 

Innarlig og eyðmjúk áheitan

Tað skal tí við hesum vera mín innarliga og eyðmjúka áheitan á Landsstýrismannin í Fiskivinnumálum, samgonguna og politisku skipanina sum heild at skipa fyri, at deila tey 40.000 tonsini út sum skjótast, soleiðis tey kunnu gagnnýtast best møguligt, og harvið kasta mest møguligt av sær til føroyska samfelagsbúskapin.

 

Hans Andrias Kelduberg

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo