Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í vikuskiftinum vera tvey eyka útgávukvøld við Svein í Prestgarði. Leygarkvøldið 3 okt. kl 20 í Marghøllini í Sørvági, og sunnukvøldið 4. okt. kl 19.30 í Siloa í Fuglafirði.

Á skránni verður filmur, sangur og tónleikur.

Ókeypis atgongd.

25. sept. kom út nýggj fløga og dvd við Sveini í Prestgarði.

Fyrr í ár fór Svein, saman við øðrum, til USA at taka eina nýggja fløgu upp. Farið var í Crossroads Studio í Asheville, har fleiri føroyskar fløgur eru framleiddar seinastu árini.

Svein hevur eina sera vakra rødd og kemur hon sanniliga til sín rætt á hesi fløgu, sum inniheldur 13 sangir, í vøkrum country hami.

Fløgan ber heitið Ferðist heim. Hetta er tað sum fyllur nógv í lívinum hjá Svein, at ferðin gongur heim til teir himmalsku búðstaðir.

Svein hevur eisini eina sera áhugaverda lívsøgu at siga frá. Hetta kemur alt fram í filminum sum er við í fløguhúsanum, filmurin ber heitið "Tvey lív - Ein lívsleið".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo