Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Professarin og yvirlæknin Björn Olsen heldur at tað er miseydnast landsins myndugleikum í handteringini av koronakreppuni.

 

Hann metur at fleiri túsund sviar fara at doyggja.

 

– Alheimsfarsóttin kemur sum ein flóðalda yvir okkum. Hon er sum ein smittuveggur. Vit fara at fáa høg deyðstøl í Svøríki, serliga í Stokkhólms-økinum, og økingin verður munandi næstu vikurnar.

 

Tað sigur Björn Olsen, skrivar NRK. Hann er professari í smittumedisin við Universitetið í Uppsala og yvirlækni. Olsen hevur granskað alheimsfarsóttir og er ein av teimumn royndastu á hesum fakøkinum í Svøríki.

 

– Eg fari ikki at seta tal á hvussu nógv eg beri ótta fyri fara at doyggja. Kanska 5000 ella 10.000. Tað sum hendur nú er at Svøríki er á veg móti einum sorgarstandi, sigur hann sambært NRK.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo