At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Eftir ósigurin í gjár segði ein sera vónbrotin Sverri Sandberg Nielsen, at hann hevur givið so nógv av sær sjálvum og arbeitt so hart fyri einum OL-heiðursmerki, at hann væntar, at hetta var tað.

- Eg skal ikki siga hvat hendir um nøkur ár, men eg eri rættuliga avkláraður um hetta. Eg ætli mær ikki at halda fram. Kroppurin er eisini undir trýsti. Hetta er bara ein avgerð, eg havi tikið, segði hann við miðlarnar á staðnum eftir kappingina har hann bleiv nummar fýra, og sostatt júst ov stuttur til at fáa OL heiðursmerki.

Tá hann varð spurdur um eina viðmerking til, at nógvir túsund føroyingar høvdu fylgt við á stórskermi á ólavsøku gjørdist Sverri sera rørdur og mátti steðga samrøðuni. Tá hann hevði summað seg í eina løtu vendi hann aftur.

- Eg havi roynt ikki at hugsa so nógv um tað, at so nógv fylgdu mær. Tað hevur sera nógv at siga fyri meg, og eg vóni, øll eru errin av mínum avriki. Eg gjørdi tað sum eg kundi. Eg eri sera takksamur. Eg var við í toppinum og róði ímóti teimum bestu í heimunum. Tað er, sum tað er. Har var bara ikki meira at koma eftir, segði Sverri Sandberg Nielsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo