At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Allir søguligir bygningar verða fluttir. Aðrir verða bara javnaðir við jørðina og so verður bygt nýtt.

Eini 20.000 fólk búgva í Kiruna, norðasta býnum í Svøríki, og býurin hevur ligið har, hann liggur, í eini 120 ár. Men eitt nám sum útvinnur jarnmálm liggur nær við býin, og nú er tað komið so nær, at  vandi er fyri at lendið skal smokka undir býnum, og tí má býurin flytast tríggjar kilometrar, hava myndugleikarnir gjørt av.

Námið undir Kiruna er eitt tað størsta í heiminum, og tí er ikki bara sum at siga tað at gevast. 90% av øllum jarnmálmi í ES kemur frá náminum, sum staturin eigur og rekur undir navninum Luossavaara-Kiirunavaara AB (LKAB). Hvønn dag kemur nóg nógvur málmur úr náminum, til at byggja seks Eiffeltorn, skrivar dr.dk. 

Námið kom fyrst, býurin aftaná, og tí er tað býurin sum má víkja fyri náminum, verður sagt. Í fyrstu syftu verða 6.000 fólk flutt til eitt nýtt heim, og sum skilst verður alt gjørt í fullari semju ímillum fólk á staðnum og námsfelagið.

meira kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo