Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Svenski statsepidemiologurin Anders Tegnell hevur verið á breddanum í miðlum kring allan heim síðani korona farsóttin fór at ganga. Sviar valdu ein annan leist, teir høvdu samfelagið munandi meira opið og satsaðu uppá, at fáa sjúkuna at fara gjøgnum íbúgvarnar í landinum, at fáa ein floksimmunitet uttan at missa tamarhaldið.

Og nú smittan aftur fløðir innyvir okkara part av heiminum, hevur Svøríki onga ætlan um at skifta mannagongd.

Síðani 1. november, hava svensku myndugleikarnir mælt til, at fólk sum eru koppsett ikki skulu lata seg kanna fyri koronasmittu, uttan so at tað er ein heilt serlig orsøk til tað. Og í fleiri landspørtum, ber ikki til longur at fáa ókeypis kanningar.

Við Aftonbladet sigur Anders Tegnell, at tað er ongin orsøk at kanna so nógv ímillum fólk, sum eru koppsett, tí tey eru í lítlum vanda fyri at blíva sjúk og smitta ikki so illa frá sær.

Ikki øll eru á einum máli við Anders Tegnell, men hann haldur fast við, at tað er frástøða og reinføri sum gera besta munin nú.

Í Financial Times spyr Anders Tegnell:

- Nú vit eru tvey ár inni í hesum, kunnu vit staðfesta, at tað gongur ikki verri í Svøríki enn aðrastaðni. Vit eru ikki tey bestu, men vit eru sanniliga heldur ikki tey verstu. Tí kundi eg hugsa mær at spurt, hvat gott hava øll hesi beinhørðu og miskunnarleysu tiltøkini gjørt nøkrum?

Viðmerkjarar halda, at tað verður ikki fyrr enn sóttin er av, at tað í veruleikanum ber til at siga, hvør valdi bestu loysnina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo