Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kilometra langar bíðirøðir av bilum hava verið svensku megin brúnna um Oyrasund, tí danir ætla sær heimaftur eftir at hava verið og hildið frí í nakrar dagar ella bara hava verið til handils, nú svenska krónan er so lág. Samstundis er ongin ferðsla av svium, sum vilja heimaftur, tí teir sluppu ongantíð til Danmarkar.

- Halda danskir myndugleikar veruliga ikki, at danir kunnu taka smittuna við sær heimaftur? Hetta er rein populisma og dupultmoralskt, siga sviar sum hava tosað við danskar miðlar, og har vísa sína misnøgd við støðuna.

Svøríki lat markið upp fyri dønum, men Danmark lat ongantíð markið upp fyri svium, og orsøkin til tað er øðrvísi strategiin svensku megin markið, har samfelagið ikki hevur verið líka afturlatið. Tað er eisini ein sannroynd, at í Svøríki eru nærum 8 ferðir so nógv fólk deyð við korona samanborið við Danmark.

Men í Svøríki er tað fyrst og fremst í Stokkhólmi at nógv deyðsfall hava verið. Og svenska blaðið Expressen skrivar, at deyðstíttleikin er nógv størri í Keypmannahavn enn hann er í Skåne.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo