40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

9Higartil eru 30 fólk skotin til deyðis í Svøríki. Sostatt er líkt til, at Svøríki fer at seta eitt keðiligt met, tí ongantíð áður hava so nógv fólk verið myrd við skotvápni uppá so stutta tíð í Svøríki.

- Orsøkin er, at tá summarið kemur, og fólk leita sær meira út, so veksur talið á skotdrápum eisini, tað vísa royndirnar, sigur Jens Ahlstrand, sum er politiovasti, sambært fleiri miðlum.

Hann sigur, at ymsi harkalið av ófriðarkroppum, sum ikki sita væl um sátt, plaga at taka til vápnini at gera hvørjum øðrum ónáðir við um sumrarnar, og onki bendir á, at hetta summarið verður nakað øðrvísi í so máta.

Meti frammanundan er frá bæði 2020 og 2021, tá tilsamans 47 fólk vórðu myrd við skotvápni í Svøríki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo