Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Voxbotn: Skráin til Okkara Voxbotn er um at taka skap, og fleiri stór nøvn eru á skránni 25. juni 2022. Vit kunnu nú kunngera, at eisini rappkongarnir úr Svanga koma at seta lív í fjøldina á Okkara Voxbotn 2022.

Teir fara at borðreiða við einum braki av einari framførslu, og rútmurnar fara at skola yvir fjøldina í Vágsbotni. Ger klárt til eina gigantiska hip-hop veitslu, tá Swangah fer at oysa sínar rútmur og rím yvir okkum á Okkara Voxbotn.

Kom og flippa til “Gentan er farlig” og “Millumfingurrapp” og ikki minst “Frá bygd til bý”.

Tað verður orkumikið, tá Swangah trínur á pallin, og vit lova, at tað verður ein rimmar veitsla, tá Voxbotn fer út til alt Føroyar.

Skunda tær og ogna tær atgongumerki í forsølu fyri kr. 695,-  á ebillett.fo!

- Tað verður sjúkt, tí eisini Tobias Rahim, Brimheim, Reiley, Rasmus Hagen, Boyzlife, Michael Learns to Rock, Niarn, Hugorm, Tungevaag, Týr og Safir fara at framføra á Okkara Voxbotn 2022.

Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo