Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kendi amerikanski sjónleikarin Alec Baldwin hevur eftir øllum at døma av misgáum skotið tvey fólk við eini skammbyrsu undir upptøkunum til ein film í býnum Santa Fe í New Mexico. Annað fólkið sum bleiv rakt, ein 42 ára gomul kvinna sum var fotografur, er deyð av skotunum, hitt fólkið, sum var leikstjórin, hevur fingið álvarsligan skaða.

Tann 63 ára gamli Alec Baldwin skuldi eftir øllum at døma brúka revolvaran undir upptøkunum, men tað vísti seg, at hann var ikki løddur við leysum skotum. Alec Baldwin er kendur sjónleikari úr Hollywood, hann hevur verið við í sera nógvum filmum, eitt nú "It's Complicated" og "Still Alice". AP skrivar, at vitni sóu hann grátandi uttanfyri politistøðina í býnum eftir hendingina.

Ongin er handtikin í málinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo