Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Norski sangarin Åge Samuelsen er væl kendur í øllum Skandinavia fyri sínar lívsglaðu evangelisku sangir. Hann var føddur í 1915 og vaks upp í norska býnum Skien.

Vaks upp undir trongum korum. Bar upp á sjúku sum barn, og kom ikki at ganga fyrrenn hann var 5 – 6 ára gamal.

Tá hann var 15 ára gamal, fekk hann ein guitar frá mammuni, og guitarin kom at gerast hansara trúgvi lívsfylgisveinur.  Åge kom út í rúsdrekkamisnýtslu, men í 1944 upplivdi hann eitt andaligt gjøgnumbrot í lívinum. Hann gjørdist virksamur limur í Hvítusunnurørsluni í Skien, har hann brúkti sínar gávur sum sangari og sangskrivari.

Åge Samuelsen skrivaði sangir í hópatali, sang og gjørdist ein sannur sangevangelistur. Hann gav út hópin av plátum, og gjørdist ein nógv eftirspurdur sangari í Noregi.

Åge Samuelsen doyði í 1987, bert 71 ára gamal. Í fjør vóru 100 ár liðin síðani hann varð borin í heim, og ein stór minniskonsert varð fyriskipað í stóra salinum í IBSEN-húsinum í Skien, har ikki færri enn 10 tónleikarar framførdu hansara sangir.

KELDAN Í SKÁLABOTNI
Hóast Åge er farin av foldum, so livir hann enn í sanginum. Leygarkvøldið 15. oktober kl 19.30 verður eitt Åge Samuelsen's treff í Kelduni í Skálabotni.

Tað er sangarin og konsertfyriskiparin Eyðun Jacobsen, sum skipar fyri. Ikki færri enn 9 føroyskir sangarar og bólkar eru bodnir at luttaka. Hesir koma allir at hava hvør sítt innslag við sangum hjá Åge Samuelsen. Eitt húsaorkestur verur  á pallinum, sum kemur at spæla til teir ymisku sangirnar. Á pallinum vera sostatt umleið 20 fólk.  Eyðun sigur, at tað verður eisini felagssangur, so áhoyrararnir sleppa at uppliva Åge við síni egnu sangrødd.

Tey sum luttaka hetta kvøldið eru: Heine Lützen, Oddbjørg Poulsen, Bill Justinussen, Bárður á Lakjuni, Mirjam Carlsen, Terje Vestergaard, Eyðun Jacobsen, Oasubrøðurnir og Glæma.

Tað verða bert sangir hjá Åge, sum verða at hoyra hetta leygarkvøldið, og teir vera allir á føroyskum, tí nógvir av sangunum hjá Åge eru týddir til føroyskt og hava verið sungnir í Føroyum  í mong ár, og eru kendir og høgt elskaðir í føroyska samkomu- og kirkjuhøpinum. Her kann verða nevnt, at Jóhan við Neyst í Klaksvík hevur týtt fleiri av hansara sangum. 

Tann, sum ynskir at uppliva glaðu og klassisku sangirnar hjá Åge Samuelsen skal møta upp í Kelduni í Skálabotni leygarkvøldið 15. oktober kl.19.30

Tað er ókeypis atgtongd. Aftaná verður bjóðað til drekkamunn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo