Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnudagin 10. des. kl. 18.00 verða jólini sungin inn í Skála kirkju. Hetta er nú 8. árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltaki.

7 jólasálmar úr sálmabókaískoytinum umframt “Gleðilig jól” verða sungnir afturvið góðum tónleiki, sum lokalir tónleikarar taka sær av.

Harafturat verður ein nýumsettur norskur jólasálmur at hoyra umframt 2 aðrar tónleikaframførslur.

Kristanna Sighvatsson, sum býr og er uppvaksin á Skála, hevur jólahugleiðingar. Frammanundan hava onnur fólk við tilknýti til bygdina hugleitt um jólaminnir frá aðrari tíð og øðrum mentanum. Kristianna er aktiv í bygdalívinum og dugir væl at siga frá – tað vísti hon m.a., í sendingini “Við Tóri á túri”, sum varð send av Skála fyrr í heyst.

Aftaná gudstænastuna bjóðar kirkjuráðið ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Fyrireikararnir vóna vóna, at nógv møta upp til hetta jólaliga tiltak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo