Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ríðingarfelagið: Stóra familjutiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag heldur fram í dag - millum kl 14 og 18 hava børn og barnsligar sálir møguleikan at hitta alskyns djórasløg í hugnaliga umhvørvinum hjá ríðifelagnum úti í Havnardali.

Nógv fólk vóru á økinum í gjár og fólk eru longu í morgun farin at rigga til, so økið er klárt at taka móti fólkum kl 14 í dag.

Eitt sum er heilt serligt í ár, er at tað hevur verið ein navnakapping um at finna navn til nýggja kálvin hjá fjallaneytinum Lúkku.

Sera nógv boð eru komin inn og verður vinnaranavnið avdúkað kl. 18 í dag, tá Djóradagar enda við einari stórari rossaframsýning. Vinningurin er atgongumerkir til Djóradagar 2017 og ein ríðitúrur á tí sera fryntligu ryssuni Evu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo