Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Herfyri varð landsstýriskvinnuni í mentamálum settur spurningar um handfaringina hjá Mentamálaráðnum viðv. uppsøgnini av tíðindaleiðaranum í Kringvarpi Føroya.

Svarið frá landsstýriskvinnuni var merkt av, at hon royndi at sleppa sær undan veruleikanum, at hennara ráð var ávegis at gerast aktivur partur í tí málsræði, sum er hjá stjóra og stýri í Kringvarpinum, og at landsstýriskvinnan í svarinum framleiddi niðurstøður, sum vóru í andsøgn við tann leiklut, sum ráðið eigur at hava í slíkum máli.

M.a. segði landsstýriskvinnan í svarinum, at bleiv avgerðin viðvíkjandi uppsøgnini ikki staðfest, so var tíðindaleiðarin framvegis í starvi. Tað er sera undranarsamt, at hon og hennara ráð komu til slíka niðurstøðu.

Tað er alkunnugt, at soleiðis sum landsstýriskvinnan svaraði, virkar kæruskipanin ikki, og tað fyriliggur heldur eingin dómspraksis fyri, at ein persónur verður dømdur aftur í starv, skuldi tað komið har til.

Viðkomandi persónur fær í mesta lagi endurgjald í slíkum føri, um yvirhøvur nakað.

Tað er alment kent, at eitt starvsfólk í Kringvarpinum fyri árum síðani reisti síni setanarviðurskifti (uppsøgn) í Mentamálaráðnum.

Mentamálaráðið setti ikki viðkomandi persón aftur í starv, men varð heitt á partarnar um at finna eina virðiliga loysn.

Málsviðgerðin endaði við, at umrøddi persónur aftur fór í starv í Kringvarpinum, men hetta var uttan at viðkomandi løgliga hevði nakað krav uppá endursetan í KvF.

At landsstýriskvinnan sum nú er kærumyndugleiki valdi at avgera, hvørt avgerðin hjá stjóranum skuldi staðfestast ella ógildast og soleiðis tá geva uppsøgnini steðgandi virknað, var greittt signal um, at uppsagdi tíðindaleiðarin skuldi aftur í starv.

Og soleiðis bleiv eisini, tá avtornaði – tíðindaleiðarin skal aftur í “sítt” starv í KvF.

Upplagdi spurningurin er tí, um landsstýriskvinnan kann upplýsa, um Mentamálaráðið áður fyrst hevur givið líknandi kærum steðgandi virkna og um tað síðani fyrr er komið fyri, at Mentamálaráðið sum kærumyndugleiki hevur sett ein uppsagdan persón aftur í starv?

Uppsagdi tíðindaleiðarin varð søgd úr starvi orsakað av, at álitið millum leiðsluna og tiðindaleiðaran er fokið.

Tí skuldi verið óhugsandi, at tíðindaleiðarin kundi fara aftur í sítt starv, hóast landsstýriskvinnan ynskti tað.

Men tað gjørdist kortini endaúrslitið.

Samgongutrúgvi tíðindaleiðarin kann aftur fara í sessin, sum hon av illoyaliteti var rikin úr.

Hendir ikki annað, so verður avleiðingin framhaldandi ótolandi samstarvstrupulleikar í KvF.

Og úrslitið man fara at geva seg sjálvt – stjórin fer frá, hann kann neyvan liva við einum tíðindaleiðara, sum hann ikki hevur álit á, men sum politiski myndugleikin tilvitað hevur leitt aftur í sessin, haðani hon var rikin.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo