Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Um dagarnar frættist, at full semja er millum lívfrøðiligu ráðgevingina og vinnuna um, at fiskidagarnir eru besta loysnin til burðardyggan fiskiskap hjá heimaflotanum.

Niðurstøðan er bæði skilagóð og ikki minst stimbrandi fyri flotan, sum annars hevur verið fyri áhaldandi ágangi frá serfrøði og ikki minst frá kollektivistisku vinstrahallu, sum uttan íhald hava gøllhildið um, at fiskidagaskipanin er orsøkin til fiskaloysi - at skipanin eigur at jarðast med alla.

Sosialistiska gongan, við landsstýrismanninum við stýrisvølin, hevði tí sum eitt høvuðsmál í sokallaðu fiskivinnunýskipanini at kollrenna fiskidagarnar og seta kvotaskipan ístaðin.

Politiskt trábeitni
Fiskivinnunýskipanin endaði sum væntað í einum hurlivasa.

Mestsum eingi av tilmælunum frá serfrøðingabólkinum blivu fylgd - istaðin var politiskt trábeitni leisturin.

Og úrslitini eru eyðsýnd. Stórt sæð alt er misseydnað. Eingir nýggir aktørar - einasta sum er komið burturúr er, at verandi vinnurekandi hava rindað í 100-tals milliónum árliga í landskassan til politiska umfordeiling, sum orsakar, at eingin endurnýggjan av flotanum er gjørlig og slettis eingin grøn umstilling.

Menningarkvoturnar hava higartil kostað samfelagnum 200 mio kr í mistum útflutningavirði. Lógin um veiðigjald endaði í pappírskurvini o.s.fr. – alt ein fløkja.

Og vinnan stendur eftir uttan minsta ánilsi um, hvat er fyri stavn. Eitt-, tvey-, fýra- ella 8 ára loyvi? Ella verða tað fráboðaðar sertreytir, sum verða megineglan? Eingin veit.

Soleiðis er høvuðsvinnan politiskt handfarin alt valskeiðið.

Kvoturnar
Nú var so bert eitt eftir. Kvoturnar.

Og her gjørdist (tragi)komikkurin fullkomin. At hoyra landsstýrismannin í miðlinum púra ósmædnan tosa um genialitet og søguligar semjur millum lívfrøði og vinnuna.

Ja, hann var nærum púrasta tikin av fótum av ovfarni?

Hann, ið ikki hevði torað at vóna slíkt vælaúrslit, sum sambært semju byggir á fiskidagaskipanina?

Spurdur um kvotaskipanina, gleið landsstýrsmaðurin sum vant av við produseraðum páhaldi um, at har er bara talan um vanligt politiskt kegl og stríð, sum hann sjálvsagt sveimaði langt omanfyri.

Nei, málið var at sleppa undan ov nógvum broytingum í árligu fiskidøgunum, visti landsstýrismaðurin eisini at siga, og tí var tað genialt nú sveiggini ikki kunnu vera meira enn 5% árliga hvønn vegin?!

At náa hesum søguliga úrsliti hevði vinnan svølgt kamelar, kundi landsstýrismaðurin eisini avdúka.

Jabbað
Landsstýrismaðurin sum hevur í áravís jabbað um kvotur og lívfrøði og hevur uttan íhald hartað øll tey, sum ikki hava tikið undir við hansara sjónarmiðum um totalar niðurskurðir.

Hann hevur nú so dyggiliga tapt, men sær sjálvum líkt, bleiv hetta brádliga ein vinnarasøga?

Hann er, sambært honum sjálvum, brádliga bæði hugtikin, bergtikin og ovurnøgdur um niðurstøðunar - niðurstøður, sum eru beint ímóti tí, hann hevur prædikað í 20 ár.

Soleiðis kann kommedian halda fram.

Í lepum
Løgtings Vinnunevnd hevur í áravís fingið lisið lesturin um, at nevndin hevur verið ábyrgdarleys, tí hon sum oftast ikki hevur skorið meira enn 5% av døgunum.

Hetta merkir, at tað sum nú verður kallað bæði genialt og søguligt, er ikki annað enn gerandisdagurin í Løgtinginum mongu farnu árini.

Tí eru politisku herindini hjá landsstýrismanninum bara lokabrøgd sum avdúka, at endamálið bara er at fjala útyvir, at øll sokallaða fiskivinnunýskipanin er í lepum.

At øll skipanin at enda hekk í hálmstrái, sum nú slitnaði.

Segði nakar nýggju klæði keisarans?

Bjarni Djurholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo