Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann besti mátin at beina fyri fátækadøminum er, at gera kommunuskattin líka progressivan sum landsskattin, tí tá vísur ein veruligan vilja til at arbeiða við ójavnanum. Um kommunuskatturin verður líka progressivur sum landsskaturin so fáa tey lágløntu einar tveytúsund krónur meira útgoldið um mánaðin og tað vil fáa nærum øll uppum fátækamarkið.

Tann fátækasti arbeiðarin rindar júst sama kommunuskattaprosent sum tann ovurríki bankastjórin.

Hví skal tað vera rætt?

Kommunuskatturin er fullkomin flatskattur, har øll gjalda sama skattaprosent og tað er so órættvíst sum tað kann verða, í einum annars samhaldsføstum samfelag, har teir breiðastu herðarnir bera tyngstu byrðuna.

Um tú ikki heldur, at kommunuskatturin eigur at verða líka progressivur sum landsskatturin er, so eru tað mong, sum vilja fáa at vita hví tú heldur, at tað er rætt, at láglønt skulu gjalda sama kommunuskattaprosent sum hálønt.

Hvør er frágreiðingin?

Tað eru fleiri túsund í dag, ið liva undir fátækamarkinum og teimum kunnu vit ógvuliga lættliga hjálpa við at broyta kommunuskattin til ein progressivan skattastiga.

Núverandi skattastigi er ein avoldaður máti at skatta fólk uppá, har øll skuldu gjalda tað sama í kommunuskatti. Hetta má broytast, um vit skulu skapa eitt betri samfelag fyri øll og ikki bara fyri tey háløntu.

Róði Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo