Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað hevur í hesum umfari eydnast at fáa ein sáttmála í hús, sum serliga gagnar ávísum starvsbólkum, og tað er teimum serstakliga væl unt. Og eg fari at nýta høvið at ynskja tillukku við sáttmálanum.

Sjávur meti eg tað eisini vera aðalmál hjá einum formanni at tryggja fjøldina av limum, serliga við at hækka grundlønina. Á henda hátt merkja allir limir ágóðan av lønarhækkingunum, og ikki bert nakrir. So tað má vera ein javnvág millum eina grundlønarhækkan og hækkan til ávísar bólkar. Og sjálvsagt má tað vera soleiðis, at tey somu ikki vera við sviðið soð fleiri samráðingarumfør á rað, líka so væl, sum somu starvsbólkar ikki kunnu fáa størsta hál hvørja ferð. Tað er, hvørki rætt ella rímiligt.

Tey, sum hava staðið á endastigi í rættuliga nógv ár, fingu til hesar samráðingarnar lovað eitt lyft, men eru við sviðusoð enn einaferð.

Tað eru bólkar, sum føla seg sviknan, og tað harmar meg almikið. Eg vildi ynskt, at serliga teir bólkar, sum trongdu mest til eitt lønarlyft, fingu tað. Vit hava øll uppiborið eina veruliga lønarhækkan, sum munar, og ikki bert einstakir flokkar. Tað er her, at ójavnin stingur seg upp. Felagið eigur at hugsa um fjøldina, so at rættvísi kemur til sjóndar í felagnum. Vit mugu kempa víðari fyri eini rættvísari skipan, enn hon er í dag. Rættvísi skal vinna á tí órætta.

Teir limir, sum eru á stig 1 til 21, fingu 800 kr/mðr. Teir, ið eru á stig 21 og hægri, fingu 600 kr/mðr. Í fyrsta umfari ljóðar hetta gott, men hetta bert ein prís útjavning, og hevur einki við eina lønarhækking at gera, í øllum førum er hon minimal.

Tá ið tað er sagt, so fari eg at stríðast fyri at rætta skeivleikan í samband við umflokkingar. Tað má ikki koma fyri, at limir, sum hava somu útbúgving og somu royndir verða flokkaðir ymiskt innan sama øki. Tað eru nógv dømir um, at starvsfólk, ið júst eru byrjaði í starvi, uttan royndir á arbeiðsmarknaðinum, verða flokkaði á hægri lønarstigi, enn ein starvsfelagi við nógvum royndum, við somu grundútbúgving. Samstundis verður hesin “nýggi” starvsfelagin upplærdur av “gomlum” royndum limum við lægri løn. Hetta kunnu vit ikki bara sita og hyggja at. Tað skapar split inni í felagnum, og úti á arbeiðsplássunum, har tey loysa uppgávurnar lið um lið. Tað sama kann gera seg galdandi, har fólk als ikki í nóg stóran mun vera lønt fyri at hava útbúgving. Tað má vera ein fyrimunur, eisini lønarliga at hava nomið sær útbúgving.

Somuleiðis er tørvur á fleiri stigum í sáttmálanum. Tað er púra órímiligt, at fólk, sum hava starvast innan sama starvsøkið, bert kunnu flyta lønarflokk 7 ferðir. Hetta merkir, at tey, sum starvast leingi á einum arbeiðsplássi, ongan møguleika hava at flyta upp í hægri lønarflokk. Á henda hátt verða drúgvar royndir og vitan alt ov lítið vird. Og tað er ein missur bæði fyri arbeiðsplássið og fyri løntakaran.

Við fakfelagskvøðu

Gunnar Hjelm
valevni til formanssessin í Starvsmannafelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo