Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Í týska familjufilminum, ”Als Hitler das rosa Kaninchen stahl”, sum Filmsfelagið vísur á altjóða Holocaustdegnum 27/1, fylgja vit einum jødiskum húski, ið flýggjar undan nazistunum í Berlin, fyrst til Zürich, síðan til París og at enda til London.

Oscarvirðislønti leikstjórin, Caroline Link (f.1964) hevur gjørt filmin úr skaldsøguni hjá kenda barnabókahøvundanum Judith Kerr (1923-2019), sum í 1972 skrivaði When Hitler Stole Pink Rabbit.

Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon úr London segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum.

Judith Kerr var fødd í Berlin í Týsklandi, ella Weimar lýðveldinum, í 1923. Hon var av jødiskari ætt og í 1935, tá nazistarnir komu til, flutti húskið til Bretlands. Har gjørdist Judith kendur rithøvundur og seldi fleiri enn 10 millónir bøkur. Hon var 95 ára gomul, tá hon andaðist í London í 2019.

Høvuðspersónur í filminum er eins og í bókini 9 ára gamla Anna, sum ikki veit, hvør Hitler er. Hon er nógv spentari at ganga í skúla og at spæla við vinir. Tí heftir hon seg ikki við tey mongu Hitleruppsløg, sum bráddliga eru at síggja í býnum.

Men tá pápi hennara hvørvir, og tey øll rýma í loyndum úr Týsklandi, fær Anna varhugan av, at maðurin á uppsløgunum fer at broyta Evropa, og at lívið aldri fer at verða sum fyrr.

Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo