Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eitt av nýggju fyribrigdunum, sum okkara tíð hevur borið okkum, er starvið sum røðuskrivari.

Okkara fremstu politikarar, sum t.d. løgmaður, eru at vísa seg ikki so frægt at sær komnir, at teir duga at skriva eina røðu.

Og tá er røðuskrivarin tøkur, tí hann hevur lært, hvussu ein boðskapur skal orðast, so hann glíður væl niður hjá fjøldini, sum politikararnir munnu halda vera býtta.

Ofta verður leitað í bókmentasøguna eftir einum tráði, og í ár stóð Mikkjal á Ryggi fyri skotum.

Hóast tað kann tykjast at vera eitt sindur bersøgið sagt, so er henda røðuskriving eitt slag av søgufalsan, tí hóast røðan kann sita væl, so er als eingin vissa um, at tann, sum verður brúktur til at skapa ryggin í røðuni, yvirhøvur hevði tikið undir við tí politiska boðskapi, sum røðuskrivarin vil hava fjøldina at gloypa.

Tak nú løgmansrøðuna í 2020, har ið Mikkjal á Ryggi verður neyðtikin.

Løgmaður hevur ikki skrivað røðuna, men hann hevur ábyrgdina av henni.

Mikkjal á Ryggi var føddur í 1879 í Miðvági.

Sjálvsagt vita vit einki um, hvørja støðu hann hevði havt til, at ein meirluti á løgtingi lóggav rættindini hjá tjóðini til fiskiríkidømið niður í lummarnar á einum fimm reiðarum – strámonnum ella ikki strámonnum hjá útlendskum fyritøkum.

Ella at tað, sum felagsskapurin eigur, skal  avreiðast til onkran privatan.

Ella at vit skulu avreiða okkum til ES fyri pening til tey fáu.

Ella at okkara persónsupplýsingar skulu avreiðast til stórkapitalin.

Ella at vit skulu leggja okkum á búkin fyri dønum, tá ið um trygdarpolitikk ræður.

Tá ið Mikkjal vaks til mans, mundu hetta ikki vera spurningar, sum uppi vóru í kjakinum yvirhøvur.

Hví skal hann so neyðtakast fyri opnari mikrofon?

Eitt vita vit tó við vissu: Hann var hugtikin av tjóðskaparrørsluni.

26 ára gamal, í 1906, yrkti hann m.a. soleiðis:
“Sólin roðar á tindum,
hon rennur úr havi brátt,
føroyingar ganga í blindum,
skilja ei nón frá nátt.

Sólin stígur úr havi,
hon boðar ein nýggjan dag –
til dáð ella deyð? Gud gævi,
at føroyingar ansaðu tað.”

Tá var hesin 26 ára gamli unglingi  so smæðin, at hann ikki hættaði sær at seta navn undir. “Gunnleygur” stóð undir  yrkingini.

Blaðstjórin á “Tingakrossi”, Kristin í Geil, var so hugtikin og eggjaður av hesi yrkingini, at hann setti hesa heilsan í blaðið:

“Heilur og sælur, Gunnleygur!
Nú tørvast skaldaljóð.
Latið kvæðið dirvismikla
hita Førings blóð.

Ómyndingar og øvundardýr
stjala burt merg og mátt.
Blás í hornið, Gunnleygur!
Blás sterkan og frían tátt.”

Mikkjal doyði í 1956.

Hann hevur tískil hvílt undir flagi í skjótt 65 ár.

Er nøkur orsøk til, at hesin merkismaður skuldi verða neyðtikin av einum sambandsløgmanni sjálvan ólavsøkudag í 2020?

Árni Dahl

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo