Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dystinum um Ogn Føroya Fólks eru liðini ávegis til hálvleik, men spælið er harðligt, og Vinnunevndin fingið revolvaran fyri pannuna at skriva álit. Vorðið sum álit.

Løgmaður Bárður Nielsen, sum um nakar hevur veruligt vald, sær út til ordiliga at finna seg til rættis í troyggjuni, sum fólkaflokkurin hevur latið hann í. Bara tvær ferðir hava vit hoyrt tað pippað í honum undir dystinum.

Fyrru ferð var í Degi & Viku 22. okt. har hann millum annað hartaði altíð sakliga skilamannin Eivind Jacobsen úr Sørvági fyri eitt lesarabræv har Eivind gjørdi vart við sína hugsan um nýggju fiskivinnulóggávuna. Bárður helt, at tað sømdi seg øllum, sum útala seg um lógaruppskotið, at tey áttu at fyrihaldi seg til fakta.

Bárður? Fakta er m.a. at lógaruppskotið óbroytt í veruleikanum, avreiðir størsta partin av Ogn Føroya Fólks til nøkur heilt fá útvald.

Fakta er eisini, at útlendskur kapitalur er altráur á veg innaftur í fiskivinnuna við hjálp frá løgtingslimum, sum eru undir sterkari ávirkan og trýsti av meiri og minni sjónligum áhugamálum. Áhugamál, sum hava eittans endamál. Saman við øðrum at tryggja sær sín trivaliga part av Ogn Føroya Fólks.

Hóast hetta segði Bárður Nielsen í útvarpstíðindunum hóskvøldið 12. desember kl. 18, at tað ikki lá í hansara hondum at útseta freistina hjá Vinnunevndini at fáa longda freist at viðgera lógaruppskotið. Tað avgerðina átti Jógvan á Lakjuni løgtingsformaður. Á ja Bárður – tú er bara sitandi løgmaður og samgonguleiðari, so sjálvandi eigur tú einki vald í hesum dystinum um rættin til Ogn Føroya Fólks.

Samstundis helt løgmaður, at umbønin frá meirilutanum í Vinnunevndini um at leingja freistina, var ein roynd ” at forhála málið, sum skuldi koyrast ígjøgnum innan 20. desember fyri at fáa gildi frá 1. Januar 2020.”

Fakta er eisini, at samfelagsligu avleiðingarnar, um lógaruppskotið í óbroyttum líki verður trýst ígjøgnum, fara at skapa óbótaligan skaða fyri land og fólk. Tað hava skilafólk varpað ljós á bæði yvir fyri Vinnunevndini og í almenna rúminum, og tann ljóskastarin er settur á myrkaspælið - enn er tøgn og úrslitaleyst!

Tvey viðurskifti áttu einsamøll at fingið øll tingfólk tvørturum floksmørk at semjast um at geva uppskotinum neyðuga og drúgva viðgerð.

Annað er at fáa ásett virðið, Føroya Fólk skal hava afturfyri, at útvald reiðarí skulu fáa tillutað tíðaravmarkað brúksrættindi. Hitt er spurningurin um útlendskan ognarskap í fiskivinnuni . Hesi bæði viðurskifti eru lykilin til, at alt samfelagið fær fíggjarligar tryggar karmar frameftir. Gleppa tey nú samfelagnum av hondum, soleiðis sum lagt verður upp til í lógaruppskotinum, so eru vit av álvara hótt av valdi, sum bara tænir einum fámannaveldi. Tað má steðgast – og nú er løtan!

Hvat er virðið av Ogn Føroya Fólks?
Fleiri kommunur hava gjørt av at geva børnum og ungum, upp til 18 ár, eitt frítíðarkort, har 2.000 krónur verða settar á um árið, sum tey síðani kunnu brúka til limagjald og luttøkugjald til ymisk frítíðarítriv.

Men TAKS hevur staðfest , at slíkt er at meta sum skattskyldug inntøka hjá børnum og ungum, og sambært Jørgen Niclasen eru børn og ung sjálvstøðugir skattaborgarar, sum sjálvi verða skattað av hes um ókeypis frítíðarkortinum.

Landsgrannskoðanin hevur hartað Landsverk í málinum um Asfaltsverkið, tí at ognir hjá tí almenna í minsta lagi eiga at verða virðismettar, um støða skal kunna takast til leigu og fíggjarligar avleiðingar annars.

Hvussu ber tað so til, at virðið av samlaða fiskatilfeingi Føroya Fólks ikki verður ásett í samband við veitan av tíðaravmarkaðum veiðiloyvum? Hetta virði eigur væl at staðfestast í lógarviðmerkingunum av avvarandi landsstýrisfólki?

Og hví talar Landsgrannskoðanin ikki at manglandi virðisásetingini av hesum ovurstóru virðum, sum ætlanin nú er at lata nøkrum fáum “med alla”. Og hví eru tey hjá TAKS kvirr, um nú hesi virði er sett ov lágt, og talan er um gávu?

Partur av ogn Føroya fólks er í ár góð 610.000 tons av makreli, sild og svartkjafti, og í komandi ár verður talan um ein vøkstur á stívliga 30.000 tons.

Avreiðingarvirðið av hesum verður í ár oman fyri tvær milliardir krónur, og komandi ár verður virðið av hesum rættindum væntandi oman fyri 2,3 milliardir krónur. Av hesum lata vit russum og norðmonnum uppsjóvarfisk fyri einar 400 milliónir krónur, fyri at teir tríggir føroysku flakatrolararnir sleppa í Barentshavið at fiska botnfisk.

Hví verður so nógv orka nýtt til at niðurgera og burturforklára tey, sum hava væl grundað boð upp á virðið av fiskatilfeinginum – eitt virði , sum tey fáu, ið fáa brúksrættindi til, sjálvandi eiga at rinda samfelagnum hóskandi tilfeingisgjald av?

Búskaparfrøðingar leggja fram tøl, modellir og grundgevingar fyri, at tilfeingisrentan í føroysku fiskivinnuni er einar 8-900 milliónir í mun til tær umleið 340 milliónirnar, sum verða goldnar landinum í uppboðssølu- og tilfeingisgjøldum í 2019. Tað vil siga, at sannlíkt fáa tey frammanundan múgvandi reiðaríini ein avsláttur upp á minst hálva milliard krónur?

Álíkavæl sær tað út til, at tað verður brúkt øgilig orka at tvíhalda um, at fiskatilfeingið – framíhjárættindini hjá nøkrum fáum - í besta føri hevur eitt sera avmarkað virði. Eitt virði, sum summi halda liggur best í lummunum hjá verandi aktørum, heldur enn, sum onnur halda, at koma øllum borgarunum í hesum landinum til góðar.

Umframt avslátturin á oman fyri hálva milliard árliga verður, við verandi lógaruppskoti við 12 ára rullandi loyvum og eini endaligari uppboðssølu av menningarkvotum, riggað til Føroya størsta gekkaspæl. Eitt gekkaspæl, har virðir væl oman fyri 10 milliardir krónur eru í leypunum – og har verandi aktørar eru vísir í, at raka beint á leypin, hvørja fer teir snara gekkahjólinum.

Ivast nakar í tí, kunnu tey bara lesa greinina hjá Svend Åge Ellefsen, sum hart og týðiliga rópar varskó og ávarar um eitt óskil, sum eitt samt løgting í 2007 ynskti at fara frá – og sum vit nú aftur eru á beinari kós ímóti.

Gekkavertar í Føroya størsta Gekkaspæli
Verandi lógaruppskot er í veruleikanum at líkna saman við eitt stórt gekkaspæl.

Øll gekkaspøl, 12 ár fram, goldin av øllum føroyingum, verða nú drigin og avgjørd í tveimum gekkaspølum.

Í tí fyrra eru 4 uppsjóvargekkar við milliardavirðum og í tí seinna eru 3 Barentshavsgekkar, sum eru eitt vet minni verdir, men eisini milliardavirðir.

Bárður loyvir Jacob at draga. Allir telefonlinjur til Gekkin eru upptiknar, og vit, ið eiga virðini, sleppa bert at hyggja, meðan 4 uppsjóvartelefonnummur ringja inn og snara. Síðani ringja 3 Barentshavstelefonnummur og snara hvør sín gekkavinning.

Millum gekkarnasnaringarnar kunnu vit passandi halda ein minuts tøgn fyri at minnast allar aktørarnar, sum áttu at fingið møguleika at sloppið upp í part.

Eingin annar sleppur at ringja inn – tó so .... eg má líka rætta meg sjálvan.

Útlendsk telefonnummur kunnu sjálvandi eisini taka lut í gekkaspælinum umvegis sambond við haldarar av uppsjóvar- og Barentshavsnummurum.

Útlendskur ognarskapur í fiskivinnuni
Á odda í dystinum um fólksins ogn stendur Jacob Vestergaard, sum landstýrismaður.

Í Breddanum herfyri játtaði hann, sum eisini kann lesast í grein í blaðnum “Vinnulívið”, at vera persónliga ímóti útlendskum ognarskapi í fiskivinnuni. Eg meti Jacob Vestergaard vera ein av teimum sterkastu og habilastu politikarunum hjá Fólkaflokkinum, og hann er sannlíkt millum fimm teir mest valdsmiklu politikararnar í Føroyum.

Eg undrist tí á, at um HANN er ímóti útlendskum ognarskapi, og hansara sjónarmið tí ikki hava vunnið frama, hvør er tað so, sum hevur skrivað ásetingarnar um at loyva útlendskum ognarskapi í fiskivinnuni í samgonguskjalinum og lógaruppskotinum um fiskatilfeingið?

Skilafólk hava nú i nakrar vikur greitt frá vandamálunum við útlendskum ognarskapi í fiskivinnuni, og tað átti at havt við sær, at hesin spurningurin neyvt verður viðgjørdur og avgreiddur til gagns fyri samfelagið. Vit hava hoyrt um Namibiagøluna hjá íslendskum reiðaríi, sum eisini eigur lut í føroysku fiskivinnuni.

Ítøkiliga hevur Poul Huus Sólstein alment og sera ítøkiliga ávarað um útlendska ognarskapin, og hvussu hesin arbeiðir í Føroyum. Fríggjakvøldið í D&V greiddi reiðarin, Hans Andrias Kelduberg frá, at um ein er noyddur at fonglast við útlendskan ognarskap, er valdsbýtið so greitt, at útlendski ognarskapurin kann ávirka við eitt nú at krevja at umvælingar av skipi fara fram uttanlands, ella at fiskurin verður seldur útlendska eigaranum – og sostatt Gekkavinningur.

Tað eru føroysk reiðarí, sum ikki vilja fjeppast uppi í útlendskum ognarskapi – vælsaktans bæði av tjóðskaparstoltleika, og tí at teir kenna avleiðingarnar og prísin fyri at kráma útlendskum ognarskapi.

Hanus Hansen, stórreiðari í Klaksvík hevur meiri og minni sagt, at hollendski ognarskapurin í føroysku fiskivinnuni, ikki forvinnur nevnivert av pengum í Føroyum. Tí má tað undra, at hollendski forsetisráðharrin áhaldandi hevur lagt trýst á føroyskar myndugleikar fyri at tvíhalda um hollendskan eigaraskap í føroyskari fiskivinnu. Sama er skilið við íslendska ognarskapinum og tí trýsti, íslendskir ráðharrar hava lagt á Føroyar.

Tað fær meg at hugsa, at hetta er øgiliga fittur kapitalur, sum kemur hendan vegin. Hann vil bara hjálpa, og hann leggur meiri og meiri eftir seg her, í staðin fyri, sum kapitali líkt, roynir at skava til sín sjálv og vaksa seg feitan og sterkan.

Um útlendskur kapitalur vóru ferðafólk, so havi eg hildið, at útlendskur kapitalur var ferðafólk av tí slagnum, sum onki leggja eftir seg, nassar, traðkar alt niður, gongur og tvassar uttan fyri bygdargøturnar, og um illa vil til má heintast við tyrlu, tá ið gingið er í óføri. Men sambært teimum, sum hava útlendskan kapital í sínum feløgum, so er tað ikki soleiðis. Hesin útlendski kapitalurin er meiri at meta sum hasi ferðafólkini, sum luttaka í verkætlanini “Closed for maintence”.

Hesi, sum sjálv rinda fyri at koma higar, sjálv rinda fyri egið uppihald og sum arbeiða ókeypis fyri at byggja okkara land og ferðavinnuna upp. Ja so skeivur fór eg.

Hvussu ber tað til at samgongan og Bárður Nielsen tvíhalda um at varðveita útlendskan ognarskap í fiskivinnuna? Hvør er tað sum dikterar?

Um eina løtu byrjar annar hálvleikur í dystinum í løgtinginum um okkara ríkidømi í havinum.

Løgtingsfólk eru fólksins útvalda tænarar, sum bert bundin av síni sannføring og ikki av forskriftum frá veljarum sínum sambært stýrisskipanarlógini.

Liðini koma aftur á vøllin undir aðru viðgerð og tá fara vit at síggja hvørt løgtingsfólk hava sett seg inn í lógaruppskotið um okkara ríkidømi í havinum, og um tey hava egna sannføring um, hvat tænir Føroyum best.

Spennandi verður at síggja dygdirnar hjá løgtingslimum í øðrum hálvleiki og ikki minst, um stirðil er at leika fyri Føroyar.

“Vilt tú syngja millum vinir, mást tú ganga út úr takt, tí tín leiðari gerst linur, tá tín samvitska fær makt.”

Høgni í Stórustovu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo