Tað kemur fyri, at ein hugvekjandi grein er at síggja.
Eina slíka hevði formaðurin í Eysturkommunu um brennistøðina í Leirvík.
Tað sum var so hugvekjandi, var at brennistøðin í Leirvík hevði havt ta avleiðing, at vit í Føroyum hava fingið eitt virki, sum turkar fiskaslógv, flytur tað av landinum og fær vinning úr hesum burturkasti.
Virkið rindar fyri varma, løn til arbeiðsfólk og fyri íløgur.
Alt í alt ein sólskinssøga.
Hetta prógvar, at stórir ónýttir møguleikar eru fyri framman.
Fingu vit meir avlopsvarma, er einki at ivast í at vit kundu fingið nógv meir burturúr.
Tað er tí sjálvsagt at seta í verk tað uppskot, sum nú er frammi um at gera eina nýggja brennistøð fyri allar Føroyar, og at hon verður í Leirvík.
Zakarias Wang
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo