Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Kreativa breytin, sum hevur verið ein breyt, læraralesandi hava kunnað valt fýra tey seinastu árini, verður frá komandi skúlaári niðurløgd, og í staðin skulu læraralesandi velja eina triðju linjulærugrein. Í seinastuni hevur nógv verið frammi um hetta í miðlunum, og sum tað hevur verið lagt fram, so verða kreativu lærugreinirnar og tað at arbeiða kreativt í framtíðini við sviðusoð. Men soleiðis er ikki sambært Janusi Jensen, dekani á á Námsvísindadeildini.

- Kreativitetur er ikki eitt hugtak, sum tú bara kanst binda til eina lærugrein; kreativitetur skal rúmast í øllum lærugreinum og skeiðum, sum vit bjóða út, bæði tá talan eru um linjugreinar og um skeið í pedgogisku lærugreinunum. Nevnast kann t.d. at eitt av skeiðunum í námsfrøði snýr seg um skapandi læru. Sama hvør lærugreinin er, so eigur tú at hugsa tað kreativa inn í undirvísingina.

Í januar og februar arbeiddu tey lesandi, sum hava valt kreativu breytina, við sjónleikinum, Grumma Grimhild, sum tey spældu fyri fullsettari læraraskúlahøll fleiri ferðir. 22 lesandi settu leikin upp, evnaðu búnar, gjørdu ljóð og ljós umframt alt rundan um leikin. Tónleikin skrivaðu tey eisini, og fleiri teirra spældu ljóðføri. Á henda hátt sluppu tey at fordjúpa seg í einari kreativari tilgongd, frá byrjan til enda.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo