Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tá tað gerst trupult at leiða, kemur leiðarin ofta í moralskar tvístøður, sum elva til, at hann kann kenna seg fastlæstan. Ofta noyða etisku spurningarnir leiðaran at velja millum tveir ótespiligar møguleikar. Skal eg siga persóninum úr starvi ella ikki? Skal eg gera, sum mín leiðari sigur ella ikki? Skal eg siga henni sannleikan um, at eg ikki eri nøgdur við hennara vánaliga avrik ella ikki?

Tá leiðarin skal gera av, hvat er tað rætta at gera, kann hann brúka sína intuitión, venda sær til virðini í fyritøkuni ella lesa vegleiðingarnar frá starvsfólkadeildini. Sum oftast kann leiðarin ikki nýta hesar loysnirnar, tá hann skal finna ein góðan og moralskt rættan hátt at byggja sína avgerð á.

Gitte Haslebo fer at vísa á alternativar hættir at handla í slíkum støðum. Hon vísir á amboð, sum leiðslan kann fáa stórt gagn av. Verkstovan inniheldur framløgur, dømi úr gerandisdegnum hjá virkjum og fyritøkum og samrøður við luttakararnar.

Gitte Haslebo hevur eina Master í sosial sálarfrøði frá University of Kansas í USA og eina Master of Science í sálarfrøði frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Í 1991 setti hon á stovn ráðgevandi fyritøkuna Haslebo & Partnere, har hon starvast sum senior ráðgevi. Haslebo & Partnere er kend fyri ráðgevandi uppgávur og hevur útbúgvið nógvar leiðarar og ráðgevar.  

Gitte er høvundur, samhøvundur og ritstjóri á fleiri bókum og greinum um leiðslu og leiðslumenning. Fleiri av hesum hava verið nýttar á universitetum, diplomútbúgvingum fyri leiðarar og í internum útbúgvingum í almennum og privatum fyritøkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo