Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað almenna sendir fleiri túsund fólk til hús við fullari løn og steingir stovnar v.m..

Umframt at skapa eina enn størri kreppu í landinum, so verður eisini stórur munur gjørdur á privatum og almennum starvsfólkum.

Dømir úr almenna geiranum:

Búskaparfrøðingar, sum hava eina løn upp á góðar 40.000 kr. + 15% eftirløn, verða sendir heim við fullari løn

Námsfrøðingar, sum hava eina løn upp á góðar 25.000 kr. + 15% eftirløn, verða sendir heim við fullari løn

Fleiri vinnuvirkir fara komandi tíðina at merkja eina fallandi sølu, sum helst mest sum steðgar upp.

Við øðrum orðum er inntøkugrundarlagið fokið.

Hetta hendir meðan útreiðslurnar ikki gera tað.

Tí hevur landsstýrið valt at gera ein “hjálparpakka” til privatu vinnuna.

Men hvussu er støðan har:

Ein roknskaparleiðari
, sum hevur eina løn upp á góðar 40.000 kr. + eftirløn, verður sendur heim við 17.500 kr.

Ein smiðjur, sum hevur eina løn upp á góðar 25.000 kr. + eftirløn, verður sendur heim við 17.500 kr.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo