At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Oktober er mánaðurin, sum leggur áherðslu á bróstkrabba. SMS hevur eisini valt at gera tað í samstarvi við bólkin Bót til bata.

SMS hevur valt at geva tiltakinum í ár heitið "Tá mamma bleiv sjúk." Hetta, tí krabbasjúka rakar ikki bara sjúklingin, men alla framiljuna.  Ein slík støða er hørð og fær nógv at seta nýggjar spurningar við lívið.

Hagtøl siga, at 10. hvør kvinna í Føroyum verður rakt at bróstkrabba, og tað merkir, at tað eru nógvar familjur, ið verða raktar.

Laila í Løðu er dóttir til krabbarakta kvinnu. Hon kemur at siga frá, hvussu tað er at vera barn at krabbaraktari mammu. Bjarta Vilhelm kemur eisini at siga nakað um, hvussu tað er at vera mamma, og vera rakt av bróstkrabba.

Elinborg Pálsdóttir fer at syngja nakrar sangir. Elinborg Pálsdóttir er dóttir til eina mammu, sum eisini hevur verið rakt av bróstkrabba.

Kl 20 í dag: Tá mamma bleiv sjúk – eitt tiltak, ið er gjørt í samstarv við Bót til bata. SMS og Mylnan bjóða kaffi og okkurt afturvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo