Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Á stóru ráðstevnuni: Samskifti, samstarv og sambond, sum verður á Hotel Føroyum 19. og 20 apríl, leggur Gro Emmertsen Lund fram úrslitið av sínari ph.d verkætlan: Ósjónligar, sosialar eksklusjónsgongdir í skúlum. Hon vísir á, hvussu vit í okkara samskifti millum heim og skúla skapa ”uttanfyri” støður, og hvussu hetta fer fram, sum eitt ótilætlað úrslit av, hvussu skúlin handfer samstarvstrupulleikar við heimið. Hesi úrslit eru ikki bara áhugaverd fyri skúlar, men eisini fyri aðrar institutiónir eitt nú dagstovnaøkið, áhugafeløg og arbeiðspláss, har samstarvstrupulleikar stinga seg upp og krevja handling.

Gro vísir á seks afturvendandi stig, sum elva til ein eksklusjónssnyril. Handan hvørt stig fjala seg grundleggjandi fatanir, sum starvsfólk handla við støði í. Hesar fatanir hava tað til felags, at tær seta sjóneykuna á einstaklingin, trupulleikar og feilir/manglar, og tað er henda hugsan, sum skapar eksklusjónssnyrilin. Um starvsfólkini nýta ein annan hugsanarhátt, skapa tey ein inklusjónssnyril, sum kann nýtast sum ein myndil fyri, hvussu skúlin kemur at samstarva við foreldrini framyvir.

Gro Emmertsen Lund starvast sum ráðgevi í egnar fyritøku. Hon hevur í mong ár starvast hjá ráðgevingarfyritøkuni Haslebro og Partnere. Hon er útbúgvin lærari, hevur eina Master í evaluering og vardi sína Ph.d. ritgerð fyrr í ár.

Lesið meiri um ráðstevnuna her: www.faroeconference.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo