Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

- Tá umdømið verður skakað, kann tað taka langa tíð at koma undan vatnskorpuni aftur. Vit eru tænastuvinna og liva av nøgdum gestum og mugu tí taka í álvara, tað sum verður skrivað og sagt um okkum á Facebook og øðrum miðlum.

Tað sigur Thora Augustinussen, sølu- og marknaðarleiðari á Gist og Vist, sum millum annað eigur og rekur Hotel Føroyar og fleiri matstovur í Føroyum.

20 netsíður at halda skil á hvønn dag
Hvønn dag fylgir Thora við í, hvat kundar skriva á heimasíður og facebooksíður, sum er knýttar at matstovunum hjá Gist og Vist. 20 síður eru knýttar at matstovunum og hava tey í Gist og Vist eina skipan, sum fylgir við, hvørjar viðmerkingar koma frá kundum.

TripAdvisor
Sølu- og marknaðarleiðarin skal eisini fylgja við útlendskum síðum, sum ofta ummæla matstovurnar ella hotellini. Eitt nú hevur týdning, hvat verður skrivað á TripAdvisor, sum er ein síða, sum ummælir bæði matstovur og hotell í øllum heiminum.

Dømir frá Gist & Vist á Leiðaradegnum 2018
Thora Augustinussen skal halda fyrilestur á Leiðaradegnum 26. januar. Hon fer við dømum frá Gist og Vist at lýsa, hvussu tey hava gjørt, um okkurt hevur stungið seg upp, sum hevur skakað umdømið ella hóttir við at gera tað.

- Eg kann ikki sita og svara øllum viðmerkingum, men skal tryggja, at leiðararnir á teimum ymsu støðunum taka viðmerkingar í álvara og svara, um tað er neyðugt, sigur Thora Augustinussen. Hon heldur, at tað vindur uppá seg, at føroyingar viðmæla ávísar matstovur, og tí skal man nokk vænta at brúka meiri tíð upp á tann partin av arbeiðinum. - Fær ein av okkara matstovum eina stjørnu í einum ummæli er ógjørligt at vita, hvat kundin heldur hevur verið galið.

Tí skulu vit royna alla tíðina at fylgja við, hvar vit kunnu bøta um. Fært tú fimm stjørnur, ja so skalt tú bara takka, sigur Thora Augustinussen, sølu- og marknaðarleiðari á Gist og Vist.

Leiðaradagurin verður á Hotel Føroyum 26. januar. Tilmelding á www.leidaradagurin.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo