Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað eru menniskju, ið lata dyrnar upp fyri øðrum. Tey sáa gleði rundan um seg. At gróðurseta áræði og lívsmót er ein góður gerningur. Tað er lívsjáttandi at fáa at vita, at tað kann bragda og gangast mær rímiliga væl.

At lata dyrnar upp fyri øðrum er lykilin til trivnað og vælveru. Hin sanna eydnan er ikki einans upptikin av, at tað gongst mær væl. Eydnan finst í tilveruni, tá ið vit geva hvør øðrum eitt pláss í sólini, hitanum og rúminum.

Um vit einans hyggja inneftir og dvølja við okkara egnu góðsku, finna vit valla eydnuna. Ei heldur um staðfest verður, at eingin dugur er í mær. At ankra gleðina uttan fyri sjálvan seg er gagnligt, tá ið samanspælið millum tað innara og tað ytra finnur eina trygga legu og hvílir í eini javnvág.

Ein annar møguleiki er, at vit lata dyrnar aftur hvør fyri øðrum. Ókent er ikki, at vit brenna tær brýr, ið skulu bera okkum tvørtur um gjónna. Ikki altíð er talan um stóra ósemju ella álvarslig mótstríðandi sjónarmið.

Onkuntíð fellur hamarin uttan umhugsni. Jantelógin – tú skalt ikki halda, at tú ert nakað – verður tikin í nýtslu. Vit minna onnur á, at tey als ikki skulu hava høga hugsan um sjálvan seg. Vit lata dyrnar aftur og siga við medmenniskjað: “Tú ert eitt einki!” Og hurðin smellur í lás!

Kynstrið er at velja eitt jaligari útgangsstøði fyri samskifti og samtalu. Tað kynstrið kunnu vit læra. Um vit ikki megna tað til fulnar, kunnu vit menna førleikarnar, ið opna dyr og lata sólina skína inn ígjøgnum gluggan. Vit kunnu draga gardinurnar frá, so ljósið sleppur inn í rúmið. Vit kunnu draga gardinurnar fyri og gera rúmið skýmligt hvør fyri øðrum.

Nú um stundir er áhugavert at síggja, at nógvir føroyingar eru farnir undir lærdan lestur i sálarfrøði, positivari sálarfrøði. Gomul er útsøgnin, at í sjálvari tilgongdini til eitt mál liggur úrslitið. Soleiðis sum ein roknistykki er sett upp, júst soleiðis liggur úrslitið fjalt og verður loksins opinberað.

Heimsbókmentirnar umrøða ein vísan Meistara, ið var umhugsin í talu og atferð. Nakað sjáldsamt var yvir hesum manni, ið orðaði seg svá, at tey undirmettu fingu møguleikan til virðiligt lív.

Ótroyttiliga vísti hann á, at øll menniskju eru virðismikil, hóast álvarslig mistøk verða gjørd á lívsleiðini. Meistaraliga varð talað og sagt, at vit eru virðismikil í eygum Guðs, hóast verk vára bera sjónligan skeivleika. At vit eru verd kor og umstøður, ið gera lívið liviligt.

Meistarin, ið sum fáur dugdi at røða, broytti heimin frá kaldari dømandi hugsan til heita og fjálga samveru. Øll menniskju fingu eitt andlit, vórðu sædd og hoyrd. Hjartað fekk náðir at sláa og vera sæti fyri viðkvomum kenslum. Tilveran fekk eitt mildari dæmi og gjørdist menniskjanslig. Tey, ið vórðu mett sum fólksins útskot, ómyndingar og forfjónað, vórðu leidd inn í hitan av kærleikans hondum. 

Jalig hugsan varðveitir javnvágina millum tað góða og ónda, tað gagnliga og darvandi, ljós og myrkur. Javnvágin er vísdómur lívsins.

Meistarin Jesus talaði søk teirra, ið traðkaðu skeivt og beklaðu skógvarnar. Tað er gott og vælsignað! Tað gevur okkum, ið snáva á lívsleiðini, møguleikan at koma aftur á føtur.

Meistarin Jesus rósti eisini teimum, ið megnaðu lívið og gagnnýttu sínar møguleikar. At rósa teimum, ið veruliga klára seg væl í samfelagnum og í dagligum yrki, fær ikki altíð undirtøku. Tað er næstan altíð okkurt, ið dregur dygdirnar og førleikarnar hjá øðrum niðureftir, so tummilin frá at venda upp vendir niður. Hví man tað vera so?

Jesus rósti teimum, ið vóru dugnalig og nýttu sínar møguleikar. Líknilsið um talentirnar staðfestir, øll menniskju hava fingið talentir, t.e. møguleikar at nýta og gagnnýta. Ein fekk eina talent, annar tvær og hin triði fekk fimm talentir.

Áhugaverd er staðfestingin, at øll menniskju hava fingið nakað litið til,  ið tey kunnu nýta og gagnnýta. At skapa er meira enn at fremja. At skapa er at vera.

Jesus rósti teimum, ið nýttu sínar talentir og fingu tær at geva avkast. Skaparin væntar, at vit menniskju eru nakað hvør fyri annan. At stimbra, lívga og lyfta í felag er lívsins mál og mið. Við at tæna hvør øðrum tæna við Guði og eru hansara heilaga navni til heiðurs og æru. Amen.

Orðið: “Tá kom eisini tann fram, sum fingið hevði hinar tvær talentirnar, og segði: “Harri, tú fekst mær tvær talentir; sí, aðrar tvær talentir havi eg vunnið.” Húsbóndi hansara segði við hann: “Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!”” (Matteus 25,22-23).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo