Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Lundanevið lýsir í UV ljósi (mynd Jamie Dunning).

Lundanevið lýsir í UV ljósi (mynd Jamie Dunning).

Ein bretskur granskari uppdagaði mest sum av tilvild, at lundanevið hevur ein heilt serligan eginleika.

Tað er flúrglógvandi, tað sum á fremmandamáli eitur fluorescent. Tað vil siga, at tað sendir út eitt ljós sum mannaeygað vanliga ikki sær, men sum fuglar óivað síggja. Um vit skulu síggja tað noyðast við at lýsa á tað við UV strálum, og tað var júst tað sum fuglafrøðingurin Jamie Dunning mestsum av misgávum "kom til" at gera tá hann kannaði okkurt heilt annað í starvsstovu síni.

- Báðar tær gulu strípurnar, sum lundin hevur á nevinum, lýstu klárt og týðuliga, hóast talan var um ein deyðan lunda, sigur hann við kanadiska miðilin CBC.

Granskarar hava leingi vitað, at fuglur sær meira ella øðrvísi enn vit menniskju. Umframt at síggja teir tríggjar grundlitirnar reytt blátt og grønt, sum vit síggja, hevur fuglurin ein fjórða lit sum vit ikki síggja. Tí er sjónin hjá fugli heilt øðrvísi og meira kompleks enn okkara.

Granskararnir fara nú at gera fleiri kanningar við livandi lunda fyri at læra meira um litirnar á nevinum á fuglinum, og hvat hann møguliga brúkar teir til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo