Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá fyrispurning frá Heðin Mortensen eftir tingskipanini § 52 a

Fyrispurningur umheimleys, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

1. Heldur landsstýrismaðurin, at hjálpin, ið heimleysar familjur og einstaklingar fáa at finna sær bústað, er nøktandi?

2. Er nøkur ítøkilig ætlan um at byggja fjølbroyttar bústaðir beinanvegin?

3. Um ikki, hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við tað?

Svar:

Til nr. 1
Tó at vit enn ikki eru komin á mál, haldi eg, at tað almenna ger nógv fyri at tryggja øllum sínum borgarum ein bústað.

Bústaðir hevur higartil útvegað 343 leigubústaðir kring landið og hevur í løtuni fígging og ítøkiligar verkætlanir til at røkka samanlagt 500.

Seinasta árið eru fólk flutt inn í 38 nýggjar íbúðir Oman Mattalág og 10 íbúðir á Óðinshædd II.

Næsta byggistig á ÓðinshæddII við 40 íbúðum er farið í gongd og verður væntandi liðugt á vári 2022.

Til nr. 2
Stutt fyri jól, 8. december 2020, legði eg lógaruppskot um bústaðapakka fyri løgtingið.

Høvuðstátturin í uppskotinum er at geva Bústøðum møguleika at fara undir nýggjar bústaðaverkætlanir fyri 450 mió. kr.

Hesar verkætlanir koma afturat teimum, ið eru nevndar ið svarinum til nr. 1, sum verandi fígging hjá Bústøðum longu røkkur til.

Endamálið við lógaruppskotinum er harafturat at eggja privata kapitalinum at gera íløgur í føroyska bústaðamarknaðin og at gera tað lættari hjá íleggjarum og Bústøðum at samstarva um bústaðaverkætlanir.

Til nr. 3
Víst verður til nr. 2.

Tórshavn 15. januar 2021
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo