Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað ber væl til at økja ferðafólkatalið við Ternuni og kortini halda almennu koronatilmælini.

Í løtuni sleppa bara 94 fólk við Ternuni. Tað er alt ov lítið. Við at økja manningartalið kann Ternan økja um ferðafólkatalið eftir tørvi – ongin sigur, at øll tey loyvdu 294 skulu trýstast umborð á hvørjum túri. At Ternan onkran túr siglir hálvtóm, er irrelevant í mun til, at ávísar tíðir er tørvurin nógv størri.

Sum er verða tey 94 kloynd inn í eina salong, tí meginparturin av skipinum er stongdur. So her er als ikki talan um at sleppa teymunum leysum, men at økja ferðafólkatalið við skili – og kortini halda almennu tilmælini.

Lítið er annars at síggja til, at tilmælini verða hildin umborð á strandfaraskipunum annars. Strandferðslan heldur so ongi koronatilmæli umborð á Smyrli, har tað er stúgvandi fult av fólki umborð á hvørjum túri.

Hilmar skal røkja sína uppgávu sum stjóri á Strandferðsluni og ikki brúka tíðina uppá at vena seg um býarbussarnar í Havn. Fáið nú eitt fólk aftrat umborð, latið skipið upp og økið ferðafólkatali við skili.

Ivist onga løtu í, at varð hetta gjørt, megnaði Strandferðslan at nøkta flutningstørvin og samstundis halda almennu tilmælini.

Annika Olsen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo