Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

DK. Lov Nr. 69 af 7. Maj 1881 gav tí almenna  møguleika at ognartaka lendi, um tað var átrokandi neyðugt fyri  “almenvellet, tað almene Vel”   t.d. kirkugarðar, lógásett skúlagongd, sjúkrahús og onnur lógásett almen viðurskifti.

Sum tíðin leið so mátti tað almenna byggja samfelagið út og harvið eisini við hjáp frá 1881 lógini.

Sum fólk flest kanska halda, at kommunur kunnu ognartaka, kommunur hava ikki, í fyrstu syftu, heimild at ognartaka nakað, kommununum er heimilað at samtykkja at ognartaka, meðan Landsstýrið skal kanna eftir um ognartøku-samtyktin kann endaliga loyvast smb. tí almene Vel og1881 lógini, men  forsømir eigarin rættindi síni, verður støðan ein onnur.

Annars kann ognartakast, tá ið lógin áleggur fókinum nakað sum roknast at vera samfelagsskylda. Til dømis renovatón (sum er í seinna endanum eftir 1881 lógini).

At ognartaka frá privatum til privatar at byggja á, haldi eg ikki er heimild fyri í lógini.  Tað sum er skjalfest í Løgtingslóg frá 21. mei 1954, § 12,  er við navni nevnt: Vegir,Torg, Leikvøllir, Spælipláss, Kirkjugarðar, veitingar og fráveitingar og ávís almenn hús.

Sjálvur haldi eg at okkurt av nevndu orðunum áttu ikki at verið í lógini.

Jógvan K. Mørkøre
Eiði

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo