Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Øll lond, eisini Føroyar, eru á skeivari kós, tá hesi nú hevna seg inn á alt tað russiska fólki, fyri tað sum russiska stýrið ger.

Fyri tað fyrsta, so er tað ikki í lagi at hevna seg.

Hetta átti Bárður, og ikki minst Jenis at vita.

Tað stendur klárt og týðuliga um hetta í Bíbliuni.

Jenis eigur í hvussu so er at vita at tann gamli sáttmálin er settur úr gildi.

Tað er liðugt við at hevna seg.

Jesus fer enn tá so langt sum at siga:

“Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum bannað tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum – fyri at tit kunnu verða børn Faðirs tykkara sum í himli er! Tí hann letur sól Sína renna upp yvir ónd og góð og letur regnað yvir rættvís og órættvís ...” (Mat. Kap. 5)

Nú Russland er farið inn í Ukraina við stórari hermegi, so eru tað fleiri sum ikki skilja heildarmyndina hesum viðvíkjandi, tá tað kemur til at verja seg sum land.

Tað verður hildið at russar eru óndir og eitt og annað. Kann gott verða at russar eru óndir, men so eru vit tað eisini, og restin av heiminum við.

Tá tað kemur til spurningin um hví russar eru farnir at hertaka Ukraina, so er hetta tí at russar bera ótta fyri at NATO leggur á teir, um NATO gerst enn sterkari við at fleiri lond leggjast afturat felagsskapinum.

Russar hava í áratíggjur ávarað vesturheimin um at lata verða við at innlima fleiri lond í NATO, men vesturheimurin valdi at lata verða við at lurta eftir russum.

So var bert eitt eftir at gera hjá russum, og tað var at fara inn í Ukraina og forða fyri at hetta kundi henda.

Vit kundu verði sloppin undan hesum, um vesturheimurin valdi at lurta og handla skynsamt, men tað ger vesturheimurin ikki.

Vit heldur ikki.

Heldur ikki nú vit ætla at kvetta alt samband við russiska fólkið, sum hevur tað nóg ringt frammanundan.

Hetta sum Russland ger nú, er annars einki øðrvísi enn hvat Amerika og NATO hava gjørt fyrr.

Tað verður lagt á lond um hildið verður at hesi eru við at blíva ov sterk og mett verður at vandi kann verða fyri at landið kann leypa á.

Tað er einki nýtt í tí.

Eg fari við hesum skrivið at biðja tykkum at lata verða við at gera sum onnur lond gera.

Latið russar koma og fiska sína kvotu hjá okkum, og latið teir koma í havn at keypa olju, útgerð og proviant.

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo