Mangan bankar gott hjarta undir slitnum búna
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Við jøvnum millumbilum verður spurt, hvat kristindómur veruliga er, og hvat kristna trúgvin stendur fyri. Svarið er fjølbroytt, serliga tá ið talan er um etisk viðurskifti.

Danski heimspekingurin Søren Kierkegaard greinar tað at vera kristin einfalt og greitt. “At vera kristin er at kenna ein sannleika, sum menniskjan fevnir og játtar í trúnni á Jesus Krist.

Avbjóðingin hjá tí, ið kennir seg drignan av kristindóminum og fegin vil vera kristin, er at finna útav, hvussu ein lærir at kenna henda sannleikan, ið virkar trúnna.” 1)

Aðrastaðni umrøður Kierkegaard, at kristindómurin fær ein menniskjansligan dám, tá ið tað ytra møtir tí innara. Kristindómur er meira enn ytri objektiv viðurskifti sum t.d. gudfrøðiligur ella annar fakligur kunnleiki.

Kristindómur er at velja Kristus og í hesum vali at góðtaka seg sjálvan og sína sjálvsfatan. Valið fer fram, tá ið tað ytra møtir tí innara og skapar lív. Hetta møtið ella henda samanrenningin er persónlig, tað at menniskjan velur at síggja seg sjálvan í Jesusi Kristi og taka við boðskapinum í trúgv.

Í fótasporum Jesu føðist hugsanin, ið gevur medmenniskjunum gætur. Eyguni verða latin upp, so vit síggja, hvat veruliga tørvar til vælveru næstans. Talan er um sosialt medvit og samábyrgd.

Kristindómur er sostatt meira enn at hyggja inneftir og hvíla í djúpum sálarfriði. Tá tað ytra møtir tí innara verða vit sett í frælsi at hyggja úteftir og fáa dirvi at hyggja rundan um okkum. Medmenniskjað er virkisøkið, har trúgvin prógvar sítt virði, at hon er nomin av tí guddómliga.

Nakað av Jesu sinnalagi og umsorgan eigur at eyðkenna kristnu trúnna. Vit hava ábyrgd av sosialu viðurskiftunum hjá teimum, ið koma á okkara lívsleið. Vit hava umvegis politisku skipanina óbeinleiðis ábyrgd av, at vælvera næstans er nøktandi. Tað er ikki nóg mikið, at hvør hugsar um seg og sítt.

T.d. sá Jesus í oyðimørkini, at mannamúgvan var svong og hevði einki at eta. At síggja svongdina í umhvørvinum og runt um í heiminum er ein kristin dygd. At gera nakað við hesa nívandi støðuna er ábyrgd okkara, ið eru nomin av kristnu trúnni.

Tað er alneyðugt fyri trúvirði hins kristna, at vit við himmalvendum eygum hyggja til jarðar. Tað er á jørðini, at vit eru kallað at ganga í fótasporum Meistarans og virka í navni hansara. Kristnin skal gagna jørðini bæði fólkinum, umhvørvinum og náttúruni.

Jesus er sum frelsari menniskjansligur. Tað andaliga sæst aftur í umsorgan og gerst ítøkiligt í sjónligum verki.

“Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta.” (Markus 8,2).

At taka synd í og vera kensluborin er ein avmarkað kristin dygd. Vit skulu meira enn einans taka synd í. Vit skulu gera nakað ítøkiligt og munagott við støðuna. Kristnin skal taka jarðarlívið í álvara.

Tað er ikki nóg mikið at taka synd í. Hinvegin er tað okkara heilaga kall at gagna teimum, ið vit taka synd í. Vit skulu í nærumhvørvinum menna, lívga og hava jaliga ávirkan á lívsumstøður teirra, ið ikki hava nøktandi umstøður. Vit mega læra at síggja tilveruna úr øðrum sjónarhorni enn okkara egna.

Jesus tók synd í mannamúgvuni og fór til verka. Hann kannaði lendið og kom til tað úrslitið, at sjey breyð og nakrir smáfiskar vóru matkovin í oyðimørkini.

Tilfeingið var avmarkað. Tað ráddi um, at øll fingu mettuna við tí, ið var. Jesus fór til verka við tí í hyggju, at øll fingu nakað at eta. Ikki einans kensluborin hugsan, men ítøkiliga handling.

Tá ið nøgdin av mati var kend, tók Jesus tey sjey breyðini, takkaði og breyt tey sundur og gav lærusveinum sínum tey. Somuleiðis vælsignaði hann nakrar smáfiskar, at teir eisini skuldu verða bornir um í mannamúgvuni.

Hetta er ein nýtiligur frymil hjá okkum í dag. Vit mega síggja heildina og hava eina samlaða mynd av støðuni. Vit mega síggja fjøldina og hin einstaka í rúgvuni. Kristindómur er tað, tá ið øll verða mett og fevnd av einum sosialum trygdarneti.

Felagsskapurin er størri enn hin einstaki. Hin einstaki hevur tað virðið, ið javnvigar við samlaða virðið av felagsskapinum. Kristindómur er sosial tilvitan.

Tað er valla skilagott, at greina kristindómin í einum setningi og siga, at hetta er tað. Við fyrivarni verður ein roynd gjørd yvirskipað at lýsa ta kristnu trúnna.

Kristindómur er at æra, tilbiðja og lovsyngja Jesusi Kristi, ið er Guðs sonur føddur av Mariu moy og frelsari heimsins.

Kristindómur er tilvitað at taka ábyrgd av sær sjálvum og medmenniskjunum nær og fjar. Talan er um andaliga og tímiliga medferð og atferð við sosialari medábyrgd. Amen.

Orðið: “Gev mær hvørki armóð ella ríkidømi, men lat meg fáa tað breyð, sum til mín er býtt.” (Orðtøkini 30,8).

Heimild:

  1. Peter Thielst: Livet forstås baglæns, men må leves forlæns, Gyldendal 2012, bls. 190.

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo