Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Síðani Høgni Hoydal fór frá, hevur kulturmafian havt tað strævið.

Tey hava verið lopin um, og tað hevur verið langt millum heiðursprísir úr bæði donskum og føroyskum kassum.

Coronain hevur heldur ikki bøtt um ta kulturellu krisuna.

Tey hava heldur ikki fingið so nógv pláss í almennum fjølmiðlum, har tey plagdu at fortelja um hvønnannan og skammrósa hvørjum øðrum, meðan tey hvassliga útihýstu øllum, sum ikki eru nóg "mentaði".

Men nú hevur Landsmøsnarin fingið nokk!

Fyri ikki at verða heilt anonymur, hevur hann proklamerað: at hann fer at geva danskarum nøkur oyru afturímóti teimum astronomisku veitingum, hann hevur fingið úr alskyns donskum grunnum í áravís.

Tað er ein absurdur sjónleikur, men hann vil vera raskur drongur og hoyrist og sæst afturfyri.

Hann sat og geispaði í Bruxelles nøkur ár, sum eitt kulturelt appendix til okkara táverandi sendikonu í EU.

Tað var ikki øgiliga tungt arbeiði.

Men nú hava sendingar-hjúnini fingið ein heilt sjónskan ser-status.

Tey SKULLU FJARRØKJA eitt sendi-embæti í London via ein skerm, líka úr Havn.

Hetta er heilt unikt og ein serføroyskur sendikulturur.

Hjúnini og Føroyar spara nógv við hesum heima-diplomatiska tiltaki.

Teir diplomatisku sendingarnir nýtast ikki at fara úr morgunskónum og ikki lata seg í diplomatklæðir, spara bæði benzin, ljós, varma, klædnavask og dýrar matstovur, sum hóska til ambassadu-umhvørvið.

Áttu vit ikki at latið teir einsamøllu kollegarnar í Moskva, Peking, Tel Aviv og Reykjavík bara komið heimaftur, so teir kundu sitið í Havn og spælt sendimenn?

Tað hevði SPART bæði tíð og pengar.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo