Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Blaðungur tók eg sæti í eini almennari nevnd, ið umrøddi og viðgjørdi umstøðurnar hjá landsins eldru borgarum. Nevndararbeiðið gav innlit í eina tilveru, ið vit einamest hildu vera veruleikin eystan jarntjaldið.

Tíðin er áttatiárini í 20. øld, tá ið vælferðin sum flóðalda floymdi inn yvir landið. Tíðin er nítiárini, tá ið árinini av ótálmaðari vælferð sóust sjónsk í lendinum.

Ótálmaða materialistiska tráanin kollsigldi landið. Føroyingar flýddu sum fløttar í útisetu, sum fyri mong gjørdist varandi útlegd.

Materialisman er ein náðileysur harri. Tráanin eftir jarðiskum góðsi er eirindaleys bæði móti menniskjum og náttúruni. Har girndin eftir tí jarðiska fær fastatøkur, verður prísurin goldin við vanrøkt av likaminum, og kroppurin verður mettur eins og eitt vinnutól. Tá ið ein fellir frá, verður ein annar settur við.

Um Kristi føðing hevði ein arbeiðari ella trælur í rómverska ríkinum avmarkað virði og als einki mannvirði. Útslitin á arbeiðsmarknaðinum var viðkomandi settur til síðis at bíða eftir deyðanum. Maturin var avmarkaður, so likamið viknaði tess skjótari.

Ídnaðarliga frambrotið í Evropa í 18. øld er søgan um materialistiska framgongd, ið var dýrt goldin við mannakroppum. Alt fyri frambrotið, vøksturin og vælveru teirra ríku. Vánaligar umstøður, tvørrandi heilsurøkt og langar løtur í myrkum kolanámi.

Vitjaði saman við almennu nevndini húsini, har ein einsamallur persónur búði. Umstøðurnar vóru syndarligar. Køkurin var sovikamar, uppihaldsrúm og nátthús. Støðan var eins ótespilig sum tað vánaligasta, ið sjónvarpsskíggin kann vísa uttan úr heimi.

Alt hetta rennur mær í huga, nú onnur bylgjan av Covid-19 skolar inn yvir landið. Tosað verður um yvirstýring av teim eldru. Sagt verður, at vit eru ov varin, nú stovnar, ellisheim og røktarheim stongdu dyrnar fyri vitjandi. Tað gongur út yvir likamligu og sálarligu støðu teirra eldru. Tað er sinnisliga órógvandi.

Torført er at finna ta røttu javnvágina. Sera torført, tá ið fíggindin er ókendur og kemur sum tjóvur á nátt. Klókt ikki at útnevna seg sjálvan sum vísmann.

Uttan ákæru er skilagott at seta okkum, ið eru 60 +, rannsakandi spurningin: Hvar vóru vit við atliti at teimum eldru í áttatiárunum, tá ið vit arbeiddu langar dagar undir hátrýsti? Høvdu vit stundir at vitja? Spurdu vit, um tey saknaðu okkum? Vóru tey eldru tikin uppá ráð, og lurtaðu vit eftir teirra útsøgnum?

Skilagott, at tey, ið eru 30 +, spyrja seg sjálvan: Hvar vóru vit við atliti at teimum eldru tey fyrstu 20 árini í hesari øldini? Tað er alment staðfest og umrøtt, at einsemi er vorið ein vaksandi fólkasjúka eisini tey seinastu árini.

Vit elska eyðvitað okkara eldru og geva teimum gætur! Tó tykist mær, at tann ringa samvitskan livnar, nú vit vegna avgerð myndugleikanna ikki hava møguleikan at vitja tey eldru á teirra bústaði.

Eyðvitað er neyðugt at arbeiða. Men, til tess at liva eitt gott lív krevst meira enn likamlig føði. Samveran, tað fólksliga og mentanin eru berandi. Jesu navn, sálmarnir og trúgvin lívga andan.

Uttan próvførslu verður staðfest, at framburðurin á tí sosiala økinum er alstórur í mínari lívstíð. Politiska skipanin er tilvitað og roynir at raðfesta tey sjúku, eldru og treingjandi. Møguliga er próvtalið væl yvir miðal. Torfør er politiska avbjóðingin, tí vit, ið eru frísk og vælbjargað, vilja hava asfalt, betong og bygningar.

Tey, ið arbeiða innan heilsu og røkt á sjúkrahúsi, stovnum, býlum, ellisheimum og í tí heimliga. Tit hava hækkað tænastustøðið almikið tey árini, ið eg havi verið virkin eygleiðari og prestur. Eitt valaverk við menniskjansligum andliti.

Møguliga hava vit, ið nú sita á teimum ovastu rókunum, verið stýrandi og ov varin. Tó endamálið var jaliga hugsað, at verja sjúk, eldri og fólk í vandabólki móti smittuni.

Fólkaræðisliga samfelagsskipanin ger, at tað eru tey fáu, ið taka avgerðir fyri fjøldina. Allir borgarar hava samhaldsfasta ábyrgd, hóast myndugleikarnir hava evstu ábyrgd.

Leiðsla og starvsfólk innan heilsu- og almannaøki tóku ábyrgd og vardu tey í vandabólki. Endamálið var ikki at avmarka, men at verja móti smittu. Vit kunnu gera ábøtur og rætta óheppin hjáárin, meðan lív er. Andlát er lívlát.

Tað er als eingin orsøk at hava lærdar skúlar, um vit ikki lurta eftir frøðini. Serkøn hava størri fakliga vitan enn fjøldin. Øll hava vit loyvi at hava okkara áskoðan og siga frá henni, hóast partvísan fakligan kunnleika.

Tey eldru eru dýrabar, men tey krevja okkara tíð. Vit mega gjalda ein prís, og tíðin er gjaldoyra. Vit mega velja samveruna heldur enn mammon?

Vit verða ríkari av at varnast lívsvísdóm teirra eldru. Tað gráa gullið er ein samfelagslig íløga í livandi virðisbrøv.

Eri teirra millum, sum í løtum havi ringa samvitsku, tí arbeiðið kom í fremstu røð. Harrin fyrigevi stuttskygni og tankaloysi.

Guð gevi teimum gomlu innihaldsrík ellisár í makligum vesturskini. Amen.

Orðið: “Eingin kann tæna tveimum harrum. ... Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon.” (Matteus 6,24).

Jógvan Fríðrikson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo