Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning um Heilsuverk Føroya og Cosmic sjúklingajournalskipanina, frá Johan Dahl, løgtingsmanni

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hevur Heilsuverk Føroya biðið um eitt skriftligt ella formligt tilboð frá Cambio upp á framhaldandi at brúka Cosmic sjúklingajournalskipanina, eftir uppsøgnina av samstarvsavtaluni og fram til ein onnur loysn er innkoyrd?

- Um Heilsuverk Føroya hevur biðið um eitt slíkt tilboð, hevur Cambio svarað og í so fall kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvør tann kostnaðurin er?

- Um Heilsuverk Føroya ikki hevur biðið um eitt skrivligt tilboð um framhaldandi at brúka skipanina eftir uppsøgnina, er ætlanin so at biðja um eitt slíkt tilboð?

2. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at seta í verk eina ætlan, sum skundar undir at fáa aðra sjúklingajournalskipan ístaðin fyri verandi skipan, soleiðis at heilsuverkið, í mest møguligan mun, verjir seg ímóti stórum óneyðugum eykaútreiðslum komandi árini?

3. Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær nakrar tankar um útskiftingina av Cosmic, t.v.s. hvør kann levera eina vælroynda og nøktandi sjúklingajournalskipan til heilsuverkið, sum evt. kann samkoyra við apotek, heilsurøkt/ eldrarøkt, almannaverk o.a., og hvat væntar landsstýrismaðurin, at ein slík íløga fer at kosta komandi árini og tilsamans?

Svar:
Til spurning 1

Sáttmálin við veitaran av talgildu heilsuskipanini – svenska fyritøkan Cambio - er formliga uppsagdur til 31. desember 2023. Sjúkrahúsverkið hevur í hyggju at leingja sáttmálan soleiðis, at vit kunnu brúka verandi skipan, til ein nýggj kemur ístaðin. Sjúkrahúsverkið metir, at tað kunnu ganga eini fýra ár til ein slík skipan er sett í verk, t.v.s. neyvan fyrr enn einaferð í 2025. Cambio hevur á fleiri fundum við Sjúkrahúsverkið gjørt greitt, at føroyska heilsuverkið kann brúka verandi útgávu av Cosmic, til vit eru komin á mál við at taka eina nýggja skipan í nýtslu. Sjúkrahúsverkið og Cambio hava avtalað at fara undir samráðingar um at leingja avtaluna um mánaðarskiftið apríl/mai í ár.

Til spurning 2
Tað hevur skund at fáa sett arbeiðið í verk við at útvega aðra skipan fyri Cosmic. Fyrireikingarnar eru í gongd. Fyrsta stigið er at skipa stýrisbólk og verkætlanarbólk við fakfólki til at gera kravfestingararbeiðið, og at fáa játtan til hetta arbeiðið.

Til spurning 3
Tá kravfestingararbeiðið er klárt, verður uppgávan boðin út. Hvussu hon verður boðin út, ber ikki til at siga, fyrr enn kravfestingararbeiðið er liðugt. Ei heldur ber til at siga nakað um kostnaðin av at fáa til vega og verkseta nýggja talgilda heilsuskipan. Ein partur av kostnaðinum er íløgan í at keypa sjálva skipanina. Harumframt kann væntast ein munandi kostnaður til at installera og tillaga nýggju skipanina til aðrar skipanir í heilsuverkinum og aðrastaðni, umframt at flyta dátur frá verandi Cosmic skipan.

Heilsumálaráðið, 28. mars 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo