Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hann hevur fullan stuðul frá forsetanum - fyribils í øllum førum. Og tað er meira enn sigast kann um øll á liðnum í Hvítu Húsunum, men sum kortini noyðast at finna seg í atfinningum frá Donald Trump, forseta, á twitter og í almenna rúminum annars.

56 ára gamli Mike Pompeo kemur til Keypmannahavnar á eina stutta vitjan í dag, har hann skal hitta danska uttanríkisráðharran, sum eisini hevur boðið føroyska og grønlendska starvsbróðrøðrunum við.

- Teir fara at tosa um Arktis, um hvussu byrgjast kann upp fyri, at Kina gerst alsamt valdsmiklari í heiminum, og kanska nerta teir stutt við Korona og Hong Kong eisini, skrivar trygdarpolitiski korrespondenturin hjá Jyllandspostinum, Jørn Mikkelsen í grein uppundir fundin.

Eygleiðarar í Washington siga, at Trump og Pompeo eru samdir í at kalla øllum.

- Mike Pompeo er ikki ein maður, sum orðar seg sum ein diplomatur. Hann tosar við stórum bókstavum, kallar ein spaka fyri ein spaka og er fastur gestur í fleiri amerikanskum sonevndum talkshows.

Hann er snarsintur og letur ongan iva vera um, hvat hann heldur um bæði hetta og hatta.

Tað gav at bíta tá hann varð sendur til Norðurkorea at hitta einaræðisharran har uppundir fundin ímillum henda og amerikanska forsetan fyri nøkrum árum síðani. Tá Kim Jong-un, helst við vilja, ikki gav sær stundir at hitta Pompeo, men heldur fór á almenna vitjan á einum bóndagarði, gjørdist amerikanski uttanríkisráðharrin so í øðini, at hann stakk í sekkin og rýmdi heimaftur uttan nakran fund.

Mike Pompeo er fyrrverandi stjóri í CIA. Hann avloysti í 2018 tann nógv varnari Rex Tillerson sum uttanríkisráðharri, og broytti sama dag bæði stíl og tóna í uttanríkisráðnum.

Hann er løgfrøðingur frá Harvard, sum er eitt av best umtóktu universitetunum í USA, og arbeiddi í nógv ár sum íleggjari á Wall Street. Hann var limur í Umboðsmannatinginum árini 2011 - 17, valdur fyri republikanska flokkin í Kansas.

Hann krógvar ikki sína sterku, kristnu trúgv og var í nógv ár eisini sunnudagsskúlalærari.

Í fleiri røðum, hann hevur hildið, hevur hann tosað um, hvussu hann roynir at sameina starv sítt sum uttanríkisráðharri við trúnna.

Hann er uppafturgiftur og eigur ein son.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo