Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 2011 skrivaði undirritaði bókina Endurminningar, sum kom út í oktober mánaði sama árið.

Á síðu 127–156 í nevndu bók er greitt frá, hvussu inferno og ruðuleiki í landsfyrisitingini í Tinganesi sundursorlaði landskassan í 1985-1992.

Tá ið undirritaði í september 1956 skuldi setast sum lands- og statskassans bókhaldari á Føroya Gjaldstovu við eitt árs royndartíð, varð mær gjørt greitt, at mær var ikki loyvt at hava hjástarv – Nebengeschäft – uttan við landsstýrisins (løgmansins) loyvi.

Tey handilsumboð, sum eg tá einsamallur hevði um hendi úr Kina og úr Týsklandi, segði eg tessvegna beinanvegin frá mær.

Samstundis spurdi eg løgmann, um tað varð mær loyvt at hjálpa einum sakføraravirki her í býnum við skrivstovuarbeiði um kvøldíð í mínari frítíð. Hetta kvøldarbeiðið hevði eg havt í nøkur ár.

Frá landsstýrinum fekk eg skrivligt svar, undirskrivað av einum landsstýrismanni: ”Tað verður loyvt tygum at arbeiða hjá einum sakførara treytað av, at hetta ikki darvar tygara almenna starv.”

Eitt reiðarí í stovnan, sum í 1960-unum skuldi keypa skip frá Ognarfelagnum, vendi sær til mín til tess at fáa meg sum nevndarlim í nýstovnaðum reiðaríi.

Hesa álitisuppgávu kundi eg væl hugsað mær, men harmur noyddist eg at siga neitakk, tí hetta sampakkaði ikki við mítt almenna starv á Føroya Gjaldstovu.

                                                      oOo

Hetta, sum eg her havi greitt frá, rann mær í huga, nú tað er komið alment fram, at landsstýrið hevur gjørt avtalu við tvey privat virki viðvíkjandi koronukanningum, og um tað man sampakka við góðan sið, at tveir løgtingsmenn (við tænastumannastatussi) eru nevndarlimir í nevndu virkjum, sum landsstýrið hevur gjørt handilsavtalu við.

Sjálvandi er tað skilagott, at landsstýrið hevur fingið góða avtalu í lag viðvíkjandi koronukanningunum, men tað má haldast at vera óheppið, at løgtingsmenn sita báðumegin borðið, tá ið landsstýrið ger bindandi sáttmálar viðvíkjandi koronnukanningum og øðrum almennum uppgávum. 

Heri Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo