Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Soleiðis minnist meg eitt brot, sum Kaj Leo Holm Johannesen, táverðandi løgmaður, skemtiliga segði við táverðandi danska forsætisráðharran, eftir at danir boykottaðu Føroyar.

Men úrslitið av boytkottinum sæst nú í samband við Radaramálið.

Danmark setti tiltøk í verk móti Føroyum, og noyddi Føroyar og føroyskar fyritøkur at finna aðrar handilsfelagar enn ES og Danmark, m.a. Rusland.

Tá hugsaði Danmark ikki um hvørt Føroyar og føroyskar fyritøkur komu illa fyri fíggjarliga av danska boykottinum. Tá var onki um ”gensidig respekt”, sum danskir politikarar annars altíð tosa um. Tá snúi tað seg bara um donsk áhugamál.

Úrslitið í dag er, at Rusland er millum stórstu samhandilspartar hjá Føroyum. ”Man ligger som man har redt”, sigur danskt orðatak, og tað mugu danir í dag ásanna.

Tí er bara eitt at gera í Radaramálinum, og tað er, at Føroyar taka um endan, og sjálvi gera av hvat skal henda við radaranum.

Bara Føroyar røkja føroysk áhugamál.

Beinta Løwe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo