Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Felagið Jarðir hevur fingið viðhald og hálva mió krónur í stuðli frá samgonguflokkunum í fíggjarnevndini, at fremja soljóðandi tiltak ( citat ): ØLL skulu boða frá í sambandi við gongd í haga. Hetta er galdandi fyri vinnuliga ferðavinnu OG VANLIGA HAGAGONGD FYRI PERSÓNAR SUM YNSKJA EIN TÚR Í HAGANUM! (citat endað).

Sambært tingviðgerðini skal peningurin nýtast til eina app, sum ger tað møguligt hjá privatum einstaklingum at sneyta, hvørjir føroyingar loyva sær at fara út um bøgarðarnar. Og onkur sigur, at dronur við fototólum skulu útvegast, at eygleiða og eyðmerkja fólk, sum møguliga ditta sær at traðka við síðuna av fjallagøtunum!

Og her fóru vit útferðir sum smábørn við foreldrum, seinni sum unglingar og síðan sum foreldur við okkara børnum í øllum hagapørtunum í oynni.

Hóast uttan part í nøkrum haga, kendu vit okkum altíð vælkomnan at njóta hina frisælu føroysku náttúruna! Og tað var einsfeitt, hvørt vit gingu Miðvágsog Sandavágsfjøllini ella fjøllini uttanfyri vatnið.

Væl vitandi at nøkur eiga rættindini til fugl, seyð og annað fæ, so hildu vit ikki, at tey einsamøll eiga alla føroysku náttúruna! Tvørturímóti meintu vit, at hon var til allar føroyingar at njóta!

Eitt er, at samgongan hevur givið nøkrum fáum allan fiskin til ognar frammeftir, men sjálvt havið/sjógvurin er enn allramannaogn. Enn hava vit loyvi at flóta uttan at biðja um loyvi frá teimum við veiðirættindunum!

Soleiðis verður so ikki við føroysku náttúruni á landi! Hon verður nú latin nøkrum fáum! Nú skulu ØLL biðja hesi fáu um loyvi og boða teimum frá, um farið verður!

Í mínari verð, er tað ótrúligt, at sokallaðir liberalir, borgarligir og frælsislyntir flokkar, skulu loyva sær, at gera seg inn á hendan fyri allar føroyingar hevdvunnað almannarættin!

Tá hetta fyrsta stigið er tikið, fara ikki nógv ár at ganga, áðrenn eisini føroyingar verða kravdir at gjalda fyri hagagongd!!

Sv. Aage Ellefsen

Les meira um evnið í hesum greinunum:

Jarðir ætlar at gera fráboðanarskipan sum øll ið fara ein túr í hagan hava skyldu at brúka

Viðmerking til kjak í løgtinginum í gjár

Hagafelagið: Strika ætlaðu játtanina til verkætlanina hjá Sp/f Jarðir

Fíggjarnevndin útveitir avgerðina um gongd í haga til Jarðir

Lógarbrot, branding og brendar brýr

VP spyr: Skal tað vera skylda hjá øllum, sum fara í hagan, at skráseta seg í app hjá spf Jarðir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo