Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú hevur verið frammi, at landsstýrið so líðandi ætlar at lata samfelagið upp aftur.

 

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur í fjølmiðlunum boðað frá, at ætlanin er at lata skúlar, barnagarðar og frítíðartilboð upp aftur eftir páskir. Er hetta skilagott? Hetta krevur skilvísi.

 

Serskipanir eru í dag, har neyðugt er at hava opið bæði í barnagarði og skúlatilboði, og tað er skilagott. Fjarundirvísing er eisini partur av gerandisdegnum i fleiri skúlum.

 

Týðandi er, at slíkar avgerðir verða tiknar saman við øllum pørtum á økinum, tí hetta kann hava keðiligar avleiðingar. Hvør ábyrgdast um t.d. ein skúli gerst ein smittukelda, og hvussu verða mannagongdirnar?

 

Lærarafelagið, Skúlaleiðarafelagið, Pedagogfelagið, Hjálparfólkafelagið, foreldur og kommunur, saman við heilsumyndugleikunum, mugu vera partur av eini slíkari tilgongd.

 

Tí vil eg heita á myndugleikarnar at hugsa seg væl um, um hesar ætlanir gerast veruleiki.

 

Summi av grannalondum okkara hava lýst ársummælini sum galdandi, og hava avlýst próvtøkur og landsroyndir. Hetta er ein møguleiki.

 

Í øllum lutum mugu partarnir á arbeiðsmarknaðum vera við í avgerðunum framyvir eisini innan skúla, barnagarðs og frítíðarøkið.

 

Heldur fyrivarin enn eftirsnarin.

 

Jóhannis Joensen

Javnaðarflokkurin

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo