At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Altjóða kvinnudagur. Takka verið tykkara dirvi og vilja at taka høgg og hørð orð á leiðini, eru vit komin langt í okkara parti av heiminum. Hetta blómutyssið havi eg bundið til heiðurs fyri allar tær, sum undan gingu. Og teir, sum lyftu við. Eingin nevnd, eingin gloymd! Uttan tykkara tøk, stóðu hvørki eg ella systrar mínar har, vit gera í dag. Tað ber ikki til, at orðseta týdningin av stríði tykkara. Tí skal ljóða av hjarta - TAKK!

Systurparturin er søga. Takk. Kvinnur kunnu atkvøða og stilla upp til val. Takk. Kvinnur eru ikki longur bundnar av inntøku mansins. Takk. Kvinnur hava javnsettan rætt til arbeiði og løn. Takk. Tær velja sjálvar, hvørjum tær gifast við. Takk. Fá seta spurnartekin við, at ein kvinna vil nema sær útbúgving. Takk. Og so frameftir. Og nei, einki av hesum er komið av sær sjálvum. Heldur ikki menn eru javnsettir á øllum økjum, men 8. mars seta vit kvinnur og kvinnurættindi undir kastljósið.

Stríðið fyri javnstøðu snýr seg ikki um at gera kvinnur til menn. Tað er ein púra misskilt fatan. Tað snýr seg einfalt sagt um at geva hvørjum einasta barnið, sum føtt verður, javnsettan møguleika at menna og brúka síni evni. At vaksa frælst sum menniskja. At hava somu møguleikar fyri starvi og løn. Fyri val av maka og lívsleið. Stutt sagt, at øll hava sama møguleika, uttan at verða forðað av normun, væntanum og siðvenjum, knýtt at kyni.

Hóast stór framstig, so eru vit ikki komin á mál. Fleiri forðingar fyri javnstøðu eru so inngrónar og rótfestar í mentan og samfelag, at vit ofta ikki varnast tí. Hugsa um tað, hvørja ferð, tú lesir eina viðmerking, sum er kynsdiskriminerandi. Sum setir spurnartekin við førleikar, ella eyknevnir og speirekur vegna kyn – tær eru nógvar, ikki minst politiskar viðmerkingar, á sosialu miðlunum.

Framvegis verða nógvar kvinnur, hóast røttu førleikarnar, valdar frá, ella rættari – ikki tiknar við, ella roknaðar uppí. Og framvegis væntar samfelagið ymiskt av okkum, alt eftir kyni. Tað setir okkum, kvinnur og menn, í fjøtrandi bás. Framvegis forvinna kvinnur nógv minni í miðal enn menn. Og vit hava sum heild størri álit á monnum til álitisstørv. Tað sæst ikki minst í vinnulívinum og í politikki. Tað vóru ikki væntandi førleikar ella tal av uppstillaðum, sum førdi til, at bert 8 av 33 valdum tingfólkum til seinasta val vóru kvinnur. Nógv fleiri kvinnur og menn velja framvegis helst ein mann. Og tí síggja vit framvegis, at flestu flokkar á tingi hava bert eina ella onga valda kvinnu í ting”manningini”. Og eitt landsstýrið, sum er fullkomiliga mannfólkastýrt, við undantaki av almannaøkinum.

Landsstýrið anno 2020 er ein talandi mynd - tað er so skjótt, at venda gongdini skeiva vegin.

Men, hvussu er við javnstøðuni aðrastaðni í samfelagnum. Har, sum kastljóðini sjáldan verða sett á? Millum tær røddir, vit sjáldan hoyra? Tað kundi eg hugsað mær at vita. Javnstøða og kvinnurættindi hevur mong andlit, og ein avbjóðing er, at fleiri av hesum andlitum eru duld. Og vit skulu ikki hyggja langt út í heim fyri at síggja, hvussu ófatuliga stóran týdning samhaldsfesti og eitt áhaldandi stríð fyri kvinnurættindum hevur.

Vit hava lyndi at halda, at tingini altíð mennast rættan veg. Heimssøgan, eisini í nýggjari tíð, vísir, hvussu skjótt tað er, at tingini kunnu venda, og ganga skeivan veg. Við hvørt haldi eg meg hóma skuggan av slíkum ráki her heima. Lat okkum standa saman um at verja vunnin rættindi, og uttan íhald at arbeiða fyri tí fult javnsetta samfelagnum.

Góðan kvinnudag øll somul!

Kvinnudagin 8.mars 2020

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo